Fótbóltur

Spenningurin verður helst í Streymnesi

Skála kann leggja meira sjógv ímillum seg og trý tey niðastu liðini - EB/Streymur skal hava stig. Tað er ósannlíkt, at B68 ger nakað við KÍ í Klaksvík.

EB/Streymur hevur higartil fingið stig á heimavølli móti B68 og ÍF - tá vóru tey í undirtali. Annars hevur EB/Streymur vunnið í steypakappingini á  07 Vestur. B68 hevur ikki vunnið í Betrideildini í ár og vitjar nú í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

EB/Streymur hevur higartil fingið stig á heimavølli móti B68 og ÍF - tá vóru tey í undirtali. Annars hevur EB/Streymur vunnið í steypakappingini á 07 Vestur. B68 hevur ikki vunnið í Betrideildini í ár og vitjar nú í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-26 10:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir seinastu dystirnir í 11. umfari í Betrideildini hjá monnum verða spældir klokkan 15.

Á pappírinum er talan um tvær ógvuliga ymiskar uppgerðir. Tann í Streymnesi snýr seg um at koma so langt burtur frá strikuni sum gjørligt, meðan tað er toppur ímóti botni í Klaksvík.

KÍ hevur gamaní ikki rakt sínum hæddum í ár - og nakað væl frá tí. Tó er liðið við fyribils høvuðsvenjara í oddastríðnum og skal minka um munin upp til Víking og HB aftur.

KÍ er stórfavorittur móti B68, sum ongan dyst hevur vunnið í ár. Tað er tó bert hent tvær ferðir í ár, at trífaldu føroyameistararnir hava vunnið trygt í ár. Liðið hjá Jákupi á Borg hevur ikki vunnið í Betrideildini síðani 27. august í fjør - stutt seinni eydnaðist tað at fáa stig í Klaksvík.

EB/Streymur hevur víst góðar taktir í øllum dystunum í ár, fyiruttan tí fyrsta. Hann var á Skála, har heimaliðið vann 3-0. Liðið hjá Paula Poulsen hevur vunnið teir røttu dystirnar í botnstríðnum: Allar innanhýsis dystirnar.

Harvið hevur Skála sjey stig niður til strikuna, og kann uppflytarin fara langt frá EB/Streymi við sigri í dag. Trupulleikin hjá EB/Streymi er at fáa úrtøku, sum samsvarar við avrik. Higartil hevur liðið hjá Sigfríði Clementsen bert fingið stig á heimavølli ímóti ÍF og B68 - í báðum førum spældi útiliðið í undirtali í ein hálvleik.

Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara. Televarpið vísir allar dystirnar.

Betrideildin menn, 11. umfar
Í dag, sunnudagin 26.05

15.00: 
KÍ - B68 
EB/Streymur - Skála ÍF

Í gjár, leygardagin 25.05

HB - ÍF 1-0 (1-0)
34' Sammy Skytte (Mikkel Dahl) 1-0

Meria um dystin her

NSÍ - B36 2-2 (0-2)
33' Zean Peetz Dalügge 1-0
38' Marius Kryger Lindh (Bjarki Nielsen) 2-0
70' Steffan Løkin (Petur Knudsen) 2-1
73' Klæmint Andrasson Olsen (Beinir Nolsøe) 2-2

Meira um dystin her

Víkingur - 07 Vestur 5-1 (0-1)
34' Magnus Isager (Emil Grønn Pedersen) 1-0
59' Geza David Turi 1-1
62' Finnur Justinussen 2-1
65' Finnur Justinussen (Ari Olsen) 3-1
73' Geza David Turi (Poul Kallsberg) 4-1 
90' Olaf Bárðarson 5-1

Meira um dystin her

Sí eisini: Nøkulunda sama støða í oddinum

Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 30 stig
2. HB 30 stig
3. KÍ 24 stig * 
4. NSÍ 19 stig 
5. B36 15 stig
6. 07 Vestur 14 stig 
7. Skála 10 stig *
8. EB/Streymur 4 stig * 
9. B68 3 stig *
10. ÍF 3 stig  

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder