Fótbóltur

Sponsku evropameistararnir skulu royna at syfta fronsku heimsstjørnunum

Spania vann EM-hálvfinaluna í 2024 og Nations League-hálvfinaluna millum londini í 2025. Men Frakland hevur víst stóra styrki í USA og stendur sum favorittur til HM-hálvfinaluna, sum byrjar klokkan 20 í kvøld.

Spania er ikki eins spennandi at hyggja eftir, sum undir EM 2024, tá spaniólar sannførandi vunnu steypið. Ein høvuðsorsøk er, at Lamine Yamal als ikki hevur verið í sama standi. Unga Barcelona-stjørnan varð rakt av skaða í vár (Mynd: Mauro Pimentel/AFP/Ritzau Scanpix)

Spania er ikki eins spennandi at hyggja eftir, sum undir EM 2024, tá spaniólar sannførandi vunnu steypið. Ein høvuðsorsøk er, at Lamine Yamal als ikki hevur verið í sama standi. Unga Barcelona-stjørnan varð rakt av skaða í vár (Mynd: Mauro Pimentel/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-14 13:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann moralska finalan.

Soleiðis hevur fyrra HM-hálvfinalan, sum verður spæld millum Spania og Frakland í kvøld, verið skýrd nógvastaðni í heiminum.

Og tað er givið, at vinnarin í Texas fer at standa sum favorittur sunnudagin, tá spælt verður um gylta og eyðkenda steypið.

Frakland kann, á sjálvum bastilludegnum, spæla seg í sína triðju HM-finalu á rað, og hevur liðið hjá Didier Deschamps sæð ræðandi út í løtum í USA.

Eitt er, at Kylian Mbappé er í vanligum HM-formi, men liðformaðurin hevur Ousmané Dembelé, Micheal Olise og onnur vápn afturat sær, sum kunnu hótta eitthvørt lið - umframt nógvar støðufastar spælarar.

[object Object]
Olise og Dembele til venjing - teir vera ein hóttan fyri spaniólar (Mynd: Franck Fife/AFP/Ritzau Scanpix)

Tað er eitt meira lívligt og álopskent franskt lið í seinasta dansinum hjá Deschamps - hinvegin er Spania ikki eins spennandi at hyggja eftir, sum undir EM 2024, tá spaniólar sannførandi vunnu steypið.

Ein høvuðsorsøk er, at Lamine Yamal als ikki hevur verið í sama standi. Unga Barcelona-stjørnan varð rakt av skaða í vár. Hóttanin á hinum vonginum, Nico Williams, er so mikið skaðadarvaður, at hann so at siga ikki hevur spælt undir HM-endspælinum.

Eitt meira "sterilt" spanskt lið, ið tó bert hevur latið eitt mál inn í endaspælinum, og sum hevur havt gott tak á Fraklandi. Lagt er í øllum førum upp til brak við nógvari góðsku í Dallas-økinum í kvøld. 

HM-Hálvfinalur
Í dag, týsdagin 14. juli, Arlington (Texas)
20.00: Frakland - Spania (DR1/DRTV)

Í morgin, mikudagin 15. juli, Atlanta (Georgia)
20.00: Ongland - Argentina

Bronsudystir og Finala á skránni ávikavist leygarkvøldið 18. juli (kl.22) og 19. juli (kl.20)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder