Annað

Stafettrenningin fyri fyritøkur verður 28. august

Tiltakið verður á Eystaru Bryggju í Havn. Luttøkugjaldið fer til barna- og ungdómsarbeiði innan frælsan ítrótt.

Hvørt liðið hevur tríggjar luttakarar, ið antin renna ella ganga 3 kilometrar í part – tilsamans 9 kilometrar. Afturat stafettini verður matur, drekka, tónleikur og annað á skránni

Hvørt liðið hevur tríggjar luttakarar, ið antin renna ella ganga 3 kilometrar í part – tilsamans 9 kilometrar. Afturat stafettini verður matur, drekka, tónleikur og annað á skránni

2021-08-17 20:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Aftur í ár skipar Faroe Express fyri stafettrenning fyri fyritøkur. Hon verður leygardagin 28. august kl. 14 og fer sum vant fram á Eystaru Bryggju í Havn.

Hetta er Føroya størsta og stuttligasta stafettrenning, har fyritøkur taka ein dag úr kalendaranum og hugna sær og røra seg saman. Afturat stafettini verður matur, drekka, tónleikur og annað.

Luttøkugjaldið er 200 kr. fyri hvønn (600 kr. fyri liðið), og peningurin fer til barna- og ungdómsarbeiði innan frælsan ítrótt. Høvuðsstuðulin, Faroe Express, samstarvar við Bragdið um stafettina, og tey luttakandi fáa

Hvørt liðið hevur tríggjar luttakarar, ið antin renna ella ganga 3 kilometrar í part – tilsamans 9 kilometrar.

Tilmeldingin fer fram her 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder