Fótbóltur

Stankov og HB skiljast

Aleksandar Stankov spælt sín seinasta dyst fyri HB á hesum sinni.

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-05 19:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Aleksandar Stankov og HB hava í dag avgjørt at steðga samstarvinum. Aleksandar Stankov hevur, av persónligum ávum, ynskt at steðga samstarvinum og avtalan um hetta er gjørd í sátt og semju millum partarnar.

Soleiði skrivar heimasíðan hjá HB í dag.

Áleyparin, sum kom til HB í fjør, hevur verið darvaður av skaðum, og hevur tí ikki spælt so nógv sum hann kundi.

Aleksandar Stankov er skrásettur fyri 18 dystir í 2017 og 10 mál. Í ár er hann skrásettur fyri 6 dystir og 1 mál.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder