
Víkingur kunngjørdi Ragnar Skála 1. november, men síðani orkuríki argjamaðurin kom frá niðurflytaranum Skála, er eingin nýggjur spælari komin innum í Sarpugerði.
Ein afturat verður sum skilst kunngjørdur, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur í vikuni, og sambært fleiri góðum keldum hjá Portalinum er talan um Stefan Radosavljevic.
Tekniskt dugnaligi álopskendi miðvallarin er sáttmálaleysur eftir tvey ár í írska Sligo Rovers. Frammanundan hevur 24-ára gamli tvøramaðurin spælt við TB, B36 og HB og hevur nógvar royndir úr Betrideildini.
Hann hevur 10 A-landsdystir og eitt mál har. Stefan er tann føroyski spælarin, sum, saman við trimum øðrum, hevur flest U21-landsdystir (18) og skorað flest mál (5) saman við Jørgeni Nielsen.
Stefan Radosavljevic eftir málið fyri A-landsliðið í Kosovo í 2022 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hann verður ikki ein beinleiðis avloysari hjá Geza David Turi, men helst fær tvøramaðurin við serbisku ættarbondunum líknandi leiklut hjá liðnum úr Eysturkommunu (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Eftir øllum at døma verða Stefan og Jørgen nú liðfelagir í ljósabláum, og verður nýggi spælarin góður styrkur í Sarpugerði, eftir at millum annað Geza David Turi er farin.
Føroyameistararnir byrjaðu kappingarárið illa; við 1-1 javnleiki móti uppflytarunum TB vikuna aftaná tapið fyri HB í stórsteypadystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald