Beint áðrenn kappingarbyrjan frætta vit um enn eitt slitnað samstarv.
Tá Stefan Radosavljevic kom heim til Føroya í fjør úr Sligo Rovers, endaði hann í Víkingi.
Samstarvið millum felagið úr Eysturkommunu og tvøramannin, við serbisku røtrunum, hevur tó ikki rigga meira enn næstbest.
Stefan er, sambært Faroe Soccer skrásettur fyri 31 dystir og fýra mál í Víkingi. 25-ára gamli maðurin við góðu teknisku førleikunum og mongu U21-landsliðsdystunum, umframt 8 A-landsdystum, byrjaði millum annað á bonkinum í steypafinaluni og í flestu evropeisku dystunum hjá Víkingi í 2025.
Og eftir øllum at døma spælir Stefan Radosavljevic ikki fyri Víking í 2026. Heldur er góður møguleiki fyri, at miðvallarin fer til annað føroyskt felag.
Hetta hava Portalurin og FM1 fingið upplýst frá fleiri góðum keldum í dag.
Samstarvið millum Stefan og Víking er sum skilst stegðað seint í vikuni. Føroyska flytingarvindeygað er opið til 15. mars.
Stefan Radosavljevc hevur áður umboðað TB, B36 og HB í Føroyum. Hann hevur spælt 170 dystir í fremstu deildini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald