15 dystir samanlagt í ár og eitt upplegg. Skaðar og pláss á bonkinum ofta hava gjørt, at kappingarár nummar tvey hjá Stefan Radosavljevic í Írlandi ikki hevur verið væleydnað.
Tvørmaðurin skifti til Sligo Rovers á vetri 2023. Byrjanin var góð, og samanlagt var kappingarárið 2023 góðtikið - í Írlandi koyrir kappingin eisini frá mars til oktober.
Sambært Transfermarket, hevur Stefan spælt 47 dystir og skorað fimm mál fyri Sligo Rovers.
Nú endar sáttmálaskeiðið, og Sligo hevur í dag staðfest, at 24-ára gamli føroyingurin fer úr felagnum.
Sum skilst eru rímiliga góð sannlíkindi fyri, at miðvallarin við tíggju A-landsdystum og einum máli kemur aftur til Føroyar at spæla.
Stefan Radosavljevic er uppvaksin í TB. Hann hevur eisini umboðað B36 og HB í føroyskum fótbólti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald