Fótbóltur

Steffan Løkin til Fuglafjarðar

Hann gavst á besta liðnum hjá NSÍ í fjør, og nú fer hann at royna seg í næstbestu deildini við ÍF.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-04 21:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Steffan Løkin fer til Fuglafjarðar at spæla. Hesum boðar ÍF frá í kvøld.

Hann hevur seinastu nógvu árini spælt við besta liðnum hjá NSÍ, men valdi í fjørsummar at gevast av persónligum ávum. Síðan hevur Steffan Abrahamson Løkin spælt nakrar dystir við 1. deild hjá NSÍ, men nú verður tað altso í reyðum.

- Tað er góður hýrur í ÍF húsinum, eftir at vit í kvøld hava gjørt avtalu við Steffan A. Løkin. Avtalan inniber, at bóltsnillingurin úr Runavík verður ÍF leikari, tá flytingargluggin opnar aftur um tvær vikur, og restina av kappingárinum, skrivar ÍF í fráboðanini.

Umframt NSÍ hevur Steffan Løkin eisini umboðað EB/Streym og B68. Hann hevur spælt 128 dystir í bestu deildini og skorað 28 mál.

Beiggi Steffan, Karl Løkin, er høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá ÍF.

ÍF hevur 14 stig eftir 12 dystir í 1. deild. Tað gevur eitt sjeynda pláss.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder