Newcastle hevur í dag sett Steve Bruce í starv sum høvðusvenjara hjá felagnum. Hann tekur tøka sætið, ið Rafael Benitez lat eftir seg, tá spanski venjarin fór til Kina, eftir at hann ikki ynksti at halda fram í felagnum.
Fyrrverandi Liverpool-venjarin var annars sera vælumtóktur ímillum áskoðarnar á Tyneside, men hann sat ikki væl um sátt við eigaran Mike Ashley, ið hevur verið nógv umtalaðaur og beinleiðis hataður av nógvum í Newcastle síðani hann keypti felagið í 2007. Newcastle er í hesum tíðarskeiðnum flutt niður tvær ferðir, eftir at stolta felagið í nítiárunum í fleiri førum var við í oddastríðnum og eftir aldarskifti regluliga luttók í evropeisku kappingunum.
Ein av høvuðstrupulleikunum millum Benitez og leiðsluna var, at venjarin ikki fekk neyðuga stuðulin, tá tað kom til at keypa leikarar Newcastle hevur enn ongan leikara keypt í summar, men millum annað selt Ayoze Perez - Hetta eru áskoðarnir eisini sera ónøgdur við; eins og tá Ashley broytti navnið á legendariska St. James Park leikvøllinum til Sport's Direct Arena í 2011. Í dag hava fjepparar hjá Newcaslte millum annað givið til kennar á Sky Sports, at teir eru alt annað enn nøgdir við setanina av Steve Bruce, ið annars er uppvaksin í økinum og var Newcaslte-fjeppari sum ungur.
Í sínari yrkisleið sum leikari gjørdi Bruce vart við seg sum miðverji hjá Manchester United. Sum venjari hevur hann millum annað staðið á odda fyri Birmingham, Hull og Aston Villa í Premier League. Seinast hevur nú 58-ára gamli maðurin staðið á odda fyri Sheffield Wednesday í næstbestu deildini. Newcastle noyddist at gjalda fýra milliónir pund til Sheffield Wednesday fyri at fáa fatur á Bruce.
Partarnir hava gjørt ein trý ára-sáttmála og Bruce og hansara toymi fara til Kina seinni í dag, har Newcaslte í løtuni er á venjingarlegu. Fyri løtu síðani tapti liðið 4-0 fyri Wolves; seinni í vikuni eru dystir ímóti West Ham og Manchester City á skránni.
Fótbóltur
Steve Bruce er nýggjur venjari í Newcastle
Onglendingurin avloysir Rafa Benitez í norðurenska felagnum, har nógv rumbul hevur verið seinastu tíðina, og har sera stórt arbeiði liggur fyri framman hjá Bruce.
Bruce - her á odda fyri Hull (Mynd: EPA)
2019-07-17 14:18
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald