Leygardagin skipar Reyði Krossur fyri einum tiltaki við opnum húsi í hølunum í Stiðjagøtu í Havn.
Í hesum sambandi hevur felagsskapurin eru tvær troyggjur hjá liðunum, sum sama dag spæla finalu um løgmanssteypið settar til sølu. Menninir hjá bæði KÍ og Víkingi hava latið hvør sína troyggju við undirskriftum hjá øllum spælarunum í finaluni.
Fótbóltstroyggjurnar eru settar á uppboðsølu á Rótikassanum 24/7 á Facebook, og møguleiki verður at bjóða fram til kl 13, fríggjadagin 28. oktobur. Peningurin fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.
Tiltakið hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 í Havn leygardagin er frá klokkan 11 til 17, so fótbóltsfjepparar hava møguleika at fáa eina hugnaliga og læruríka løtu hjá Reyða Krossi áðrenn dystin, skrivar Reyði Krossur í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald