Leygarkvøldið vann HB fult uppiborið 3-1 á Víkingi í finaluni um løgmanssteypið. HB’arar kundu stórfegnast í mjørkanum á Tórsvølli um sín fyrsta steypasigur í 15 ár.
Hann tryggjaði eisini liðnum hjá Heimir Guðjónsson eitt evropeiskt pláss til komandi ár. Føroyameistararnir skulu harvið ikki hugsa um hetta seinastu fýra dystirnar, men royna at striðast til tað seinasta fyri at endurvinna FM-heitið.
Trý stig skulu til á Eiði í kvøld, so at HB kann fara inn til grannauppgerðina sunnudagin við FM-dreyminum livandi. At EB/Streymur fyri stuttum vann í Fuglafirði, og tað, at tað gerst meira og meira sannlikt, at 07 Vestur ikki flytir upp, hevur við sær at EB/Streymur helst ikki kemur í trupulleikar.
(Savnsmynd: Sverri Egholm)
Víkingur skal reisa seg. Tað skal liðið gera skjótt og væl, um teir ljósabláu skulu gera sær nakrar vónir um at fáa 3. plássið og koma út í Evropa aftur næsta ár. Víkingur hevur gott tak á Skála, ið fullkomiliga er í ongamannaland.
Mikudagin 25. september (23. umfar)
EB/Streymur - HB (19.00)
Skála - Víkingur (19.00)
Stigatalvan í Betri deildini
1. B36 (56 stig) 23 dystir
2. KÍ (54 stig) 23 dystir
3. NSÍ (51 stig) 23 dystir
4. HB (44 stig) 22 dystir
5. Víkingur (42 stig) 22 dystir
6. Skála (25 stig) 22 dystir
7. TB (19 stig) 23 dystir
8. AB (15 stig) 23 dystir
9. EB/Streymur (12 stig) 22 dystir
10. ÍF (6 stig) 23 dystir
Úrslit frá 23. umfari
22. september
AB - KÍ 0-2 (0-2)
1' Boris Dosljak 0-1
17' Patrik Johannesen 0-2
5' Klæmint Andrasson Olsen 0-1
53' Petur Knudsen 0-2
55' Veljko Vukovic 1-2
79' Petur Knudsen 1-3
90' Jann Martin Mortensen (br.) 1-4
B36 - ÍF 7-2 (4-1)
6' Árni Frederiksberg 1-0
7' Hugin Samuelsen 2-0
18' Hans Jákup Lervig 2-1
23 'Brian Jakobsen 3-1
31' Brian Jakobsen 4-1
49' Erling Dávidsson 5-1
80' Karl Løkin 5-2
87' Árni Frederiksberg 6-2
90' Stefan Radosavljevic 7-2
(Til ber at fylgja gongdini og málskjúttum í dystunum EB/Streymur-HB og Skála-Víkingur á forsíðuni á Portalinum)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald