Millum 8. og 9. umfar í bæði Betrideildini og 1. deild hjá monnum eru fjórðingsfinalurnar í steypakappingini á skránni.
Ein er kvøld í Sarpugerði - onnur uppgerðin millum eitt lið úr Betrideildini og eitt úr 1. deild - og hinar tríggjar fjórðingsfinalurnar verða spældar í morgin, Kristi himmalsferðardag.
Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, mikudagin 8 mai
18.00: Víkingur - AB
Í morgin, hósdagin 9 mai
14.00: TB - B68
15.00: B36 - NSÍ
16.00: EB/Streymur - HB
Mest spennandi uppgerðin á pappírinum er tann í Gundadali í morgin, har NSÍ vitjar eitt kroyst B36-lið. Steypavinnararnir vitja í Streymnesi.
Steypafótbóltur hevur ofta nakað serligt yvir sær, so áhugavert at síggja um nakar skelkur verður.
Víkingur hevði sínar trupulleikar í Hoyvík í 1. umfari - 1. deildarliðið kom á odda. Spuringurin er, um AB fær skaka besta liðið í Føroyum í løtuni í Sarpugerði í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Dystirnir síggjast á Televarpinum. Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara.
Rættað og dagført: 14.57
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald