Sólin skínur kring Føroyar, og nú juli mánaði er átta dagar gamal, er klárt at fara undir áttandapartsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið.
Løgmanssteypið 1. umfar:
15.30:
TB – ÍF
17.00:
07 Vestur – FC Suðuroy
19.00:
EB/Streymur – NSÍ
KÍ – HB
Skála – FC Hoyvík
B68 – Víkingur
AB – Undrið
19.15:
B71 – B36
Stórdysturin
Tá hugt verður eftir dystarskránni, er tað ein dystur, ið lopyir í eygunum: KÍ - HB. Steypavinnararnir byrja sína verju av Løgmanssteypinum við tí helst mest torføru møguligu uppgávuni. Føroyameistararnir taka ímóti, og í Klaksvík eru tey helst svong eftir at koma í steypafinaluna aftur. Tað eru fýra ár síðani seinast; í fjør glapp finaluplássið í seinastu løtu við Djúpumýrar, tá Ari Mohr Olsen sendi HB í finaluna.
HB'arnir kundu fegnast í seinnu hálvfinaluni í fjør eftir avgerandi mál í 90. minutti (Mynd: Sverri Egholm)
KÍ var á odda 2-1 og 3-2, tá liðini hittust í Gundadali 17. juni, og hevði ímóti endanum av 1 hálvleiki møguleika at punktera dystin. Oddaliðið í Betrideildini svaraði tó væl aftur og hevur hóast fleiri skaðar í hópinum varðveitt oddasessin. Tað hevur verið skinklut seinastu vikurnar, og í Runavík, fimm dagar eftir dystin móti KÍ, gekk tað galið. KÍ hevur ikki tapt í tveir mánaðir, og er helst ein lítil favorittur, men lagt er upp til ein sera spennandi dyst í kvøld.
Fleiri "underdogs"
Spurningurin er, um vit fáa nakran veruliga steypaskelk í dag. Tað fáa vit sjálvdan í Føroyum. Í 2018 vann AB í Runavík í áttandapartsfinaluni, samstundis sum KÍ varð sligið út við Stóra. Hetta er tað tættasta, ið vit hava sæð seinastu árini; í báðum førum var tað tó lið í niðaru hálvu í Betrideildini ið vunnu á oddaliðnum.
B36 og Víkingur eru risafavorittar í kvøld, hóast bæði eru á útivølli - Víkingur hevur tríggjar ferðir seinastu fimm árini vunnið stórt á B68 í steypakappingini.
EB/Streymur plagar at tapa ímóti NSÍ, men tað er ikki ósannlíkt, at spenningur verður í hesari upppgerðini. Leygarkvøldið vann NSÍ tepurt, tá EB/Streymur vitjaði við Løkin í 11. umfari í Betrideildini. Í 2. umfari vann NSÍ tó tryggjan 3-0 sigur við Margáir.
B36 skal spæla á Sandi - NSÍ er á vitjan í Streymnesi (Mynd: Sverri Egholm)
Skála og 07 Vestur eru á heimavølli móti liðið úr deild, sum er niðanfyri, men tað kann kanska gerast spennand í teimum uppgerðunum. Hjá AB skal tað ganga heilt galið, um liðið ikki spælir seg víðari í grannauppgerðini móti Undrinum, sum spælir í 2. deild. Tann fyrsti dysturin, ið verður bríkslaður í gongd, er tann í Trongisvági. Har spældu TB og ÍF málleysan javleik 13. juni, og tað verður helst eisini tætt ímillum liðini seinnpartin.
Fylg við allan dagin á Portalinum
Vit dagføra sum vant frá øllum dystunum á forsíðu okkara. Vit hava myndir av Skála, Toftum og so úr Klaksvík, har vit eisini gera samrøður aftaná. Í kvøld taka vit samanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald