Fótbóltur

Steypavinnararnir aftur í steypafinaluni eftir stórt drama við Løkin

Petur Knudsen syrgdi fyri longdari leiktíð og legði eisini NSÍ á odda samanlagt eftir 108 minuttir, Men KÍ svaraði aftur og var eisini kaldari í brotssparkskappingini.

NSÍ vendi tingunum, men Árni Frederiksberg og KÍ svaraðu aftur (Mynd: Jens Kr. Vang)

NSÍ vendi tingunum, men Árni Frederiksberg og KÍ svaraðu aftur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-06-24 21:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hendi so at siga einki í 1. hálvleiki av vanligu leiktíðini við Løkin, men síðani kom av álvara lív í.

Petur Knudsen skoraði tvær ferðir við høvdinum - seinnu ferð eftir 98 minuttir. Harvið 4-4 samanlagt í hálvfinaluuppgerðini og í longdu leiktíðini sló Knudsen eldri aftur til eftir upplegg frá Knudsen yngra, innskifta Aroni sum streyk avstað í høgru.

Hattrik frá NSÍ-liðformanninum og NSÍ á finalukós. Tað var júst Petur Knudsen, sum sendi KÍ út í steypakappingini fyri fimm árum síðani við máli í longdari leiktíð, men teir kongabláu vildu ikki leggja seg, hóast mótgongdina í kvøld.

Fyrst skoraði Páll Klettskarð gott mál, og í 119. minutti sendi Árni Frederiksberg KÍ aftur á finalukós.

Men dramatikkurin við Løkin var als ikki liðugur. NSÍ fekk ein deyðbólt, og eftir gott innlegg stútaði Daniel Obbekjær bóltin í KÍ-málið. 4-2 til NSÍ í dystinum og 4-4 samanlagt.

Harvið neyðugt við brotssparkskapping og hóast Filip Brattbakk hjá KÍ brendi fysti - Tom Amos bjargaði - var KÍ kaldari. Tríggir hjá NSÍ brendu, og tað var Mark F. Jensen í KÍ-málinum, sum fekk seinasta orðið.

Sí meira um dystin her

Harvið tapti KÍ í kvøld men vann kortini og skal annað árið á rað í steypafinaluna.Inntensitetur og undirhald fyri allar pengarnar í Runavík - í morgin spæla Víkingur og HB um hitt finaluplássið.

Meira um seinnu hálvfinaluna á Portalinum og FM1 seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder