Tveir dystir í Faxe Kondi-kappingini vórðu leiktir í kvøld.
Í Klaksvík var støðan 10-5 til heimaliðið eftir 17 minuttir. Kyndil hevði stórar trupulleikar, og Stjørnan, ið skuldi vinna fyri at hava møguleikan at koma víðari, hevði gott tamarhald á støðuni. Tær í grønum komu tó av álvara gongd, og í seinnu hálvu av 2. hálvleiki rann útiliðið frá Stjørnuni. Beinta Hansen spældi ein góðan dyst á vonginum í kvøld og skoraði heili 10 mál. Bára K. Hansen, Ásleyg Súnadóttir og Natasja Hammer skoraðu eisini umráðandi mál.
Kyndil og Neistin spæla um 1. plássið í bólkinum mikudagin. Stjørnan er nú liðug í steypakappingini.
Neistin skuldi vinna fyri at standa væl áðrenn seinasta umfar. Í 1. hálvleiki var sera javnt millum steypavinnararnar og StÍF - eina løtu sá út til, at heimaliðið var á veg avstað, men StÍF kom síðani á odda við nøkrum skjótum málum. Bæði liðini gjørdu nógv mistøk í álopsspælinum (bóltar ið vórðu tveittir burtur, álopsfeilir og brendir møguleikar, og tað hildu tey fram við í 2. hálvleiki. Tað var tó Neistin, ið spældi nakað betri eftir steðgin, og tryggjaði sær sigurin; m.a. við at byrja hálvleikin sera væl. Tveir leikarar vóru veruliga munurin við 16 málum samanlagt.
Dánjal Ragnarsson var trupul hjá StÍF at steðga, og tað var Tróndur Mikkelsen eisini (Mynd: Sverri Egholm)
Tað kann gerast sera spennandi í bólkinum í seinasta umfari. Um Neistin vinnur í Klaksvík, so er liðið so at siga tryggja eitt pláss í hálvfinaluni - líkamikið úrslitið á Skála kvøldið fyri. Har skal StÍF vinna á Kyndli.
Kvinnur
Bólkur 1
Sunnudagur 26.01 :
Stjørnan – Kyndil 24-30 (14-12)
Toppskjúttar: Jansy Jacobsen 8 mál, Tóra Eliasen 7 mál, Beinta Lindberg Hansen 10 mál
Mikudagin 29.01:
18.00 Kyndil – Neistin
Neistin 2
Kyndil 2
Stjørnan 0
Menn
Bólkur 2
Sunnudagur 26.01:
Neistin – StÍF 27-22 (12-12)
Toppskjúttar: Dánjal Ragnarsson og Tróndur Mikkelsen 8 mál, Pætur Johansen 5 mál
Kyndil 4
Neistin 2
StÍF 2
Team Klaksvík 0
Seinasta umfar:
Leygardagur 01.02.20 kl. 18.00 StÍF – Kyndil
Sunnudagur 02.02.20 kl. 16.00 Team Klaksvík – Neistin
Sí meira um støðurnar í hinum bólkunum her
Hondbóltur
Steypavinnararnir hjá kvinnum eru víðari - steypavinnararnir hjá monnum hava sett seg í sera góða støðu
Kyndilskvinnur vóru í trupulleikum í fyrra hálvleiki í Klaksvík, men hálaði sigurin heim í seinna hálvleiki - hjá Neistamonnum gingu Tróndur Mikkelsen og Dánjal Ragnarsson á odda í sigrinum á StÍF.
Beinta Lindberg Hansen skoraði tíggju mál fyri Kyndil í Klaksvík í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)
2020-01-26 21:47
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald