Tá Hans Eli Sigurbjørnsson í gjárkvøldið skoraði til 11-16 í høllini á Skála, bendi ógvuiliga nógv á, at KÍF í minsta lagi fór at spæla seg í hálvfinalurnar í Burn-deildini. Soleiðis var eisini, tá liðini fóru til hálvleiks tríggjar minuttir seinni, tá munurin var trý mál. Men í 2. hálvleiki var heimaliðið greitt omaná, og StÍF skoraði heili sjey mál fleiri og vann dystin. Harvið fellur avgerðin um seinasta hálvfinaluplássið í fyrsta lagi mikukvøldið, tá Team Klaksvík vitjar í Vestmanna.
StÍF kom uppá javnleik, 21-21, tíggju minuttir inn í 2. hálvleik, og um miðjan hálvleik bleiv munurin tvey mál. Kollfirðingar hingu í, men toppskjúttin hjá heimaliðnum, Pætur Johansen, skoraði tvey mál í tveimum teimum seinastu minuttunum, og tað endaði 32-28.
Hetta var seinasti heimadystur, og seinasti dystur yvirhøvur í grundpælinum, hjá StÍF, ið endar aftast. Fyrst í apríl skulu teir av vestara armi av Skálafjørðinum stríðast við Kyndil og Team Klaksvík/KÍF um at vinna niðara bólkin. Um Team Klaksvík vinnur í Vestmanna, sum klaksvíkingar ongantíð hava gjørt, so verður tað heilt spennandi 28. mars, tá kollfirðingar spæla í seinasta umfarinum.
Burn-deildin
18.03 - í gjár
StÍF - KÍF 32-28 (14-17)
Toppskjúttar: Pætur Johansen 9 mál, Bjarni í Selvindi 7 mál - Niklas Selvig 8 mál
Støðan
1. VÍF 26 stig (16 dystir)
2. H71 23 stig (16 dystir)
3. Neistin 19 stig (16 stig)
4. KÍF 18 stig (17 dystir)
5. Team Klaksvík 14 stig (16 dystir) *
6. Kyndil 8 stig (17 stig)
8. StÍF 8 stig (18 dystir)
* Team Klaksvík er betri innanhýsis enn KÍF og kann harvið framvegis fáa 4. plássið, ið gevur atgongd til hálvfinalurnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald