Tað var fyrsti dysturin hjá hesum báðum liðunum í kappingarárinum. Í fjør hevði StÍF tað sera tungt, men liðið av vestara armi av Skálafjørðinum stóð seg væl í fyrstu royndini. Sunnudagin vunnu mennirnir hjá hjá StÍF - í kvøld gjørdu kvinnurnar teimum kynstrið eftir
Tað var sera javnt gjøgnum tað mesta av fyrra hálvleiki. Men seinastu tíggju minuttirnar av hálvleikinum trekti útiliðið frá og var á odda við trimum í steðginum.
Stjørnan hekk í, í 2. hálvleiki og kom uppá javnt tvær ferðir. Men frá 48. minutti til 55. minutti avgjørdi StÍF so at siga dystin. Hetta tíðarskeiðið vunnu tær í hvítum 5-1, og komu harvið uppá +4. Tað gjørdist tað ov tungt hjá Stjørnini, og talan varð eitt vónbrot í fyrsta dystinum hjá klaksvíkskvinnum.
Sunnudagin tekur StÍF ímóti Kyndli, og Stjørnan vitjar í Vestmanna.
SMS-deildin, 2. umfar:
Mikudagin, 19. september
Stjørnan - StÍF 23-25 (10-13)
Toppskjúttar: Mina Lava Sirdal 11 mál, Erla Jansdóttir Petersen 6 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald