Fyrr í dag spældi VÍF seg í FM-hálvfinalurnar við trý-máls sigri á Neistanum. Og eftir dystin á Skála skíriskvøld er endaliga greitt, at vestmenningar skulu spæla móti H71 í hálvfinaluuppgerð - meðan StÍF og Kyndil bresta saman í hinari.
Sí eisini: - - Gott tað eydnaðist at koppa Neistanum á heimavølli
Tað gjørdi tey eisini í 2025. Tá vann StÍF fyrst sannførandi á Skála, síðani vann Kyndil greitt í hálvfinalu nummar tvey á Hálsi, áðrenn alt endaði í einum gysara - beint fyri páskir: Kyndil vann seg í finaluna eftir longda leiktíð og brotskastkapping. Seinni vunnu teir grønklæddu fyrsta FM-heiti felagsins á manssíðuni síðani 2007.
Myndir: Fyrsta FM-heitið í 18 ár
Í FM-hálvfinalunum í hondbólti verður spælt "best av trimum"/"fyrst upp í tvey". Liðið sum fyrst vinnur tvær hálvfinalur er í FM-finalunum
Spurningurin er, um tað gerst sami gysari í 2026 millum Kyndil og StÍF. Í fjórðingsfinaluni við Skálafjørðin í kvøld var so eingin spenningur.
Til tess vóru strandingar, skálamenn og hinir í reyðum og hvítum ov sterkir. Tað var 5-1 eftir fýra minuttir og 7-2, tá KÍF tók leikbrá eftir sjey og ein hálvan minutti. Hetta hjálpti tó ikki hjá útiliðnum, tí tað næsta leikbrái kom (15.41), var 12-4 til StÍF, sum spældi við stórari sannføring á øllum økjum.
Álopsspælið fleyt væl, og um tað so var Pætur Barclay av vonginum, Pauli Rasmussen (sjey mál hvør) ella onkur mitt fyri, so sat bólturin.
![]()
Bæði í mótálopum og av høgra bakki: 19-ára gamli Pauli Rasmussen skoraði sjey mál fyri StÍF í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Búi Djurhuus Poulsen, ið hevur havt sínar skaðar eftir afturvend sína úr Danmark, spældi ein frálíkan dyst í álopinum og í miðverjuni, har hann og hoyvíkingurin Jón Eyðunsson Midjord skjótt fingu tak á spælinum hjá KÍF. Sum heild vóru teir stinnir í StÍF-verjuini, og tá Ingi Johannesen skjótt fekk stórbjargingrar í málinum, og heimaliðið revsaði við skjótum málum, so koyrdi tað bara sum smurt hjá StÍF.
Hóast Milenko Jelkan fór at bjarga fleiri bóltum, og tað varð styttri millum KÍF-málini, so var 20-13 í steðginum, og endaligi munurin í nærum fullsettu høllini á Skála varð átta mál. StÍF endaði nummar trý í grundspælinum og KÍF nummar seks, so heimaliðið var í favorittleikluti áðrenn - men kollfirðingar sendu í vetur StÍF úr steypakappingini.
Trúgvi Hávardsson varð toppskjútti (átta mál) og í hopla við sínum fríspælingum og sínum snildi. Hann er ein spælari, sum Kyndil skal royna at tálma, tá liðini bresta saman í fyrstu hálvfinaluni 2. páskakvøld.
H71 og VÍF spæla eisini fyrstu hálvfinaluna mánakvøldið 6. apríl. Nærri skrá fyri hálvfinalurnar í Burn-deildini seinni.
Sí eisini: VÍF og Neistin hava vunnið seg í hálvfinalurnar í SMS-deildini - nú verður landsliðssteðgur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald