Hondbóltsárið varð skotið í gongd í dag við tveimum dystum í SMS-deildini. Tað var uttan áskoðarar orsakað av koronastøðuni. Eingin dystur verður leiktur í Burn-deildini hetta vikuskifti, av tí at landsliðið skal spæla EM-undankappingardyst í komandi viku.
Á Skála vitjaðu steypavinnarnir. StÍF er í gongd við eitt gott kappingarár, og heimaliðið avgjørdi so at siga dystin í 1. hálvleiki. Tað vóru átta mál á muni í steðginum, og hóast H71 skoraði 16 mál eftir steðgin, so var tað nakað frá at røkka til ein sigur. Aftur gekk Haruka Gima á odda fyri StÍF. Japanski bakspælarin skoraði tíggju ferðir, er toppskjútti í SMS-deildini og StÍF er á veg til hálvfinalurnar í løtuni.
Landsliðsleikarin hjá Stjørnuni gjørdi sítt til, fyri at tað skuldi eydnast at fáa tvey stig til høldar í Vági (Mynd: Jens Kr. Vang)
Í Vági var tað botnliðið, ið var á vitjan. Stjørnan er komið betri fyri seg seinastu dystirnar, og liðið í Klaksvík gjørdi í dag bart. Tað leikaði ógvuliga javnt á í VB-høllini, men seinastu løtuna fór Stjørnan frá. Tóra Eliasen skoraði heili 12 ferðir og hon og javnaldurin, Katrin Bertholdsen, skoraðu tjúgu av teimum 33 málunum hjá útiliðnum, ið nú hevur tveir sigrar.
SMS-deildin
14. umfar - sunnudagin 03.01
StÍF - H71 34-27 (19-11)
Toppskjúttar: Haruka Gima 10 mál, Guðrið Ellingsgaard 7 mál, Maria Halsdóttir Weyhe 11 mál, Jana Mittún 8 mál
VB - Stjørnan 28-33 (14-14)
Toppskjúttar: Tóra Eliasen 12 mál, Katrin Bertholdsen 8 mál
Støðan:
Kyndil 22 stig (13 dystir)
H71 19 stig (13 dystir)
Neistin 18 stig (13 dystir)
StÍF 13 stig (14 dystir)
VÍF 10 stig (13 dystir)
VB 8 stig (14 dystir)
Stjørnan 4 stig (14 dystir)
Komandi umfar - sunnudagin 10. januar:
Neistin - StÍF
VB - Kyndil
Stjørnan - H71
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald