Hondbóltur

StÍF skrivað undir við dana

24 ára gamli høgri bakkurin Mikkel Søndergaard fer hetta kappingarárið at spæla við strandingum.

Egi Gothard Danielsen, formaður í StÍF, Mikkel Søndergaard, leikari (Mynd: StÍF)

Egi Gothard Danielsen, formaður í StÍF, Mikkel Søndergaard, leikari (Mynd: StÍF)

2023-09-03 18:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

StÍF hevur gjørt sáttmála við danska leikaran Mikkel Søndergaard.

Mikkel Søndergaard er 24 ár og kemur úr lítila býnum Harlev, har hann byrjaði sína hondbóltsleið.

- Mikkel er ein smílandi og jaligur persónur, sum ger alt fyri at vinna. Hann er stórur og sterkur vinstrahentur høgri bakkur. Hann er byrjaður at venja við felagnum, skrivar StÍF.

Mikkel Søndergaard hevur spælt við AGF frá U15 til hann byrjaði við vaksnum í JAI håndbold, har hann hevur leikt síðan 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder