Hondbóltur

StÍF vann í Klaksvík

Jóannes Prestá skoraði 15 mál í trý-máls sigrinum hjá StÍF, ið nú hevur fimm stig, eins og Team Klaksvík hevur. KÍF og Kyndil fingu eitt stig hvør á Hálsi.

Jóannes Prestá og StÍF vunnu í Klaksvík - í høllini á Hálsi endaði tað við javnleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Prestá og StÍF vunnu í Klaksvík - í høllini á Hálsi endaði tað við javnleiki (Mynd: Sverri Egholm)

2021-10-03 21:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er stórur spenningur í Burn-deildini hjá monnum: Eftir fýra umfør eru bert trý stig og 21 mál millum nummar eitt og nummar sjey.

Tveir dystir vórðu leiktir í dag. Í Klaksvík vitjaði StÍF, og teir í hvítum og reyðum gjørdist teir fyrstu í ár, sum vunnu á oddaliðnum. Við sigrinum kom StÍF, ið fyri tveimum vikum síðani vann í Vestmanna, ájavnt við Team Klaksvík í stigum.

Nógv fólk var í Klaksvíkar Badmintonhøll. Liðið hjá Áka Mørk hevði í trimum teimum fyrstu dystunum vunnið í Hoyvík og á Hálsi og spælt javnt í Kollafirði. Fyrsti heimadysturin byrjaði tó ikki væl; StÍF hevði lætt við at skora - soleiðis var tað mesta av dystinum - meðan klaksvíkngar ikki fingið álopsspælið at koyra. Sámal á Tjaldrafløtti spældi samanlagt bara áleið tjúgu minuttir, og Vuk Stevanic var eisini avmarkaður. Samstundis hevði Valentino Valentakovic ikki sín besta dag, og Beinir Johannesen manglaði á strikuni.

Heimaliðið fekk ferð á seinnu hálvu av seinna hálvleiki, og spakuliga hálaði Team Klaksvík inn og kom uppá javnt beint áðrenn stegðin. Í seinna hálvleiki var StÍF tó greitt omaná. Team Klaksvík gjørdi nógvar tekniskar villur og megnaði ikki at støgða StÍF. Serliga var Jóannes Prestá í hopla. Hann fekk nógv mál av høgra vongi og eisini úr sjey metrum, har hann var ísakaldur, hvørjaferð hann royndi seg. Team Klaksvík kom niður á tvey mál, men ikki nærri seinastu løtuna.

[object Object]
Kristoffur Bjørgvin gjørdist toppskjútt fyri Kyndil og í dystinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kyndil spældi fyri aðru ferð í ár javnleik, tá liðið á sjeynda plássið tók ímóti KÍF, ið nú eisini hevur spælt tveir javnleikir. Áður hevur tað verið móti ávíkavist StÍF og Team Klaksvík. Heimaliðið skoraði til 29-29 í síðsta minutti í tí, sum so at siga allan vegin var ein ógvuliga javnir dystir - tó vóru teir í grønum frammnfyri við trimum málum átta minuttir frammanundan. Tað var Anders Risdal, ið tryggjaði Kyndli sigurin, men tað var serliga ungir vongurin Kristoffur Bjørgvin, ið vísti seg fram við tólv málum.

Í gjár vunnu hoyvíkingar við seks málum á Neistanum í høllini á Hálsi og reistu seg harvið eftir tapið fyri Team Klaksvík síðsta vikuskifti. 

4. umfar í Burn-deildini
03.10

Team Klaksvík - StÍF 28-31 (16-16)
Toppskjúttar: Jóannes A. Prestá 15 mál, Vuk Stevanovic 8 mál

Kyndil - KÍF 29-29 (14-13)
Toppskjúttar: Kristoffur Bjørgvin 12 mál, Hans Eli Sigurbjørnsson 10 mál

02.10

Neistin - H71 26-32 (13-15)
Toppskjúttar: Tróndur Kragesteen 10 mál, Pauli Mittún 9 mál

Støðan eftir fýra umfør
1. Team Klaksvík 5 stig - 4 dystir
2. StÍF 5 stig - 4 dystir
3. H71 4 stig - 3 dystir
4. KÍF 4 stig - 3 dystir
5. VÍF 2 stig - 3 dystir
6. Neistin 2 stig - 3 dystir
7. Kyndil - 4 dystir


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder