Ein dystur varð leiktur í fremstu mansdeildini í gjákvøldið. Hann var á Skála, har heimaliðið sum væntað basti Team Klaksvík.
Fyrstu tíggju minuttirnar leikaði javnt á, men annars var eingin ivi: StÍF var greitt omaná, fekk tey tvey stigini og er harvið aftur á 2. plássi. Liðið hevur tó leikt 10 dystir.
Sámal á Tjaldrafløtti royndi sítt - hann skeyt átta mál fyri klaksvíkingar. Jóannes Prestá var toppskjútti hjá StÍF við sjey málum.
StÍF - Team Klaksvík 32-21 (18-10)
Støðan í Okkara-deildini
1. H71 14 stig (8 dystir)
2. STÍF 13 stig (10 dystir)
3. VÍF 12 stig (9 dystir)
4. Neistin 10 stig (9 dystir)
5. KÍF 9 stig (9 dystir)
6. Kyndil 4 stig (8 dystir)
7. Team Klaksik 0 stig (9 dystir)
Hondbóltur
StÍF vann trygt á klaksvíkingum
Tað gingu ellivu minuttir í 2. hálvleiki, áðrenn Team Klaksvík fekk skorað. Tà var munurin 14 mál, og StÍF tók uttan trupulleikar 2. plássið í Okkara-deildini.
19-ára gamli Ivan Mrdalo gjørdi vart við seg á strikuni hjá StÍF við millum annað seks málum (Savsmynd: Sverri Egholm)
2019-11-21 09:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald