Hondbóltur

StÍF vann trygt á Stjørnuni

Tað var málríkt í Klaksvík í kvøld - Karina Berg Høgnesen og Haruka Gima vóru í hopla, og StÍF er nú á 4. plássi.

Karina Berg Høgnesen hjá StÍF skoraði eins og Haruka 11 mál í sjey-máls sigrinum í Klaksvík í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Karina Berg Høgnesen hjá StÍF skoraði eins og Haruka 11 mál í sjey-máls sigrinum í Klaksvík í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-11-12 21:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

StÍF var á odda so at siga allan dystin í KÍ-høllini. Verjuparturin hjá Stjørnuni var ikki nóg góður, og tá møguleikarnir vóru har at fáa tað heilt tætt, vórðu mistøk gjørd.

Heimaliðið fekk ikki tamarhald á kviku og vælskjótandi Haruku Gimu og Karinu Berg Høgnesen, sum høgdi fleiri bóltar upp í málhornini. Lokali bakleikarin skoraði eins og japanski bakleikarin 11 mál.

Spælið hjá Stjørnuni var helst best ta løtuna, eftir at Sonja Sirdal var komin inn. Liðið hevur framvegis einki stig fingið.

StÍF kom við 34-27 sigrinum framum VÍF og er harvið á 4. plássið.

SMS-deildin
12.11

Stjørnan - StÍF 27-34 (14-17)


Støðan
1. Kyndil 18 stig*
2. H71 15 stig 
3. Neistin 12 stig
4. StÍF 9 stig*
5. VÍF 8 stig
6. VB 4 stig
7. Stjørnan 0*

*Ein dyst fleiri - 10 í mun til 9

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder