Fótbóltur

Stjørnan sendi Kyndil heim við ongum

Unga liðið hjá Kyndli hevur framvegis onki stig; Stjørnan var omaná í undirhaldandi dysti í kvøld.

2018-10-04 20:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í SMS-deildini varð leiktur í kvøld. Hann var í Klaksvík, har Kyndil var á vitjan.

Hetta var fyrsti dystur í 3. umfarið. Undan dystinum hevði Stjørnan 1 stig, meðan Kyndil var aftast við ongum stigið.

Útiliðið legði væl betri út, og var á odda 6-2 eftir 9 minuttir. Men Stjørnan kom skjótt inn í dystin, og tað leikaði javnt á tað mesta av 1.hálvleiki. Tað var eisini málríkt og undirhaldandi og til tíðir sera góður hondbóltur. 

Heimaliðið hevði vunnið sær eina tvey-máls leiðslu, tá hálvleikur var, og sum seinni hálvleikur leið økti Stjørnan um munin. Við nógvum góðum málum,  ágangandi verjuspælið, har gjørgnumbrotssterka Súna K. Hansen varð tikin úr spælinum, og fleiri góðum mótálopum har vandamikla Tóra Eliassen sló til, dró Stjørnan frá og avgjørdi dystin.

Hetta var fyrsti sigurin hjá Stjørnuni í ár og harvið lyfta klaksvíkskvinnur seg upp á 3. pláss. Kyndil er í gongd við at fremja eitt ættarliðsskifti, og hevur tað truplari enn undanfarnu ár. Tó vístu tær grønu úr Havn góðar taktir til tíðir í kvøld. 

Stjørnan - Kyndil 31-25 (15-13)

Toppskjúttar: Sonja Lava Sirdal 9 mál, Bára K. Hansen 8 mál

Sunnudagin spæla VÍF og H71 oddadyst í Vestmanna, meðan Neistin vitjar á Skála.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder