Hondbóltur

Stjørnan vann bronsuna

Eitt mál á muni var í bronsudystinum millum Neistan og Stjørnuna í gjárkvøldið.

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

(Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2023-04-28 08:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eydnaðist í gjárkvøldið Stjørnuni at vinna bronsuheiðursmerkið í SMS kappingini til Klaksvíkar.

Neistin og Stjørnan spældu bronsudyst á bláa gólvinum í Høllini á Hálsi, og tætti dysturin endaði 34-33 til klaksvíkskvinnur.

Stjørnan legði seg á odda beinanvegin, og onkra løtu eydnaðist Neistanum at koma upp á javnt, men tær bláu fóru ongantíð framum. Støðan í hálvleikinum var 17-15 til Stjørnuna.

Tóra Eliasen gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni við 11 málum. Maria Pálsdóttir Nólsoy bleiv toppskjútti hjá Neistanum við 13 málum.

Dómaraseðilin sæst her

Hetta er onnur bronsan sum er vunnin til hondbólt í Klaksvík í ár. Fyri lítlari viku síðani vann Team Klaksvík bronsuna við 33-30 sigri í dysti móti besta mansliðnum hjá Neistanum.

--

Samrøða við Stjørnu-venjaran Anniku Ljósstein aftaná tapið á H71 í hálvfinaluni: Stjørnan skal í oddin aftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder