Nýsælandarin Tom Mackintosh var bestur so at siga allan vegin, og Sverri Sandberg Nielsen varð nakað kroystur av tveimum suðuramerikanarum. At enda var miðvingurin tó sterkari enn bæði Cetraro úr Uruguay og Verthein úr Brasil.
Tríggir av teimum seks í riðlunum róðu seg í hálvfinalurnar. Tí kendist tað ov tætt til at vera trygt tað mesta av 2000 metra teininum í hitanum í Vaires-sur-Marne vatninum.
Sverri byrjaði ikki serliga væl og var á 3. plássi eftir 500 metrar, 1.000 metrar og 1.500 metrar. Verthein úr Brasil hekk í og trýsti í løtum, og tað sá ikki út til, at føroyingurin fekk tað at eydnast heilt, sum hann vildi. Eisini var nakað upp til serliga førarbátin
Tíbetur var endaspurturin frálíkur. Saman við Mackintosh var Sverri stórfavorittur at fara víðari, og í seinastu metrarnar megnaði Verthein ikki at fylgja við føroyinginum meira. Sverri Sandberg Nielsen setti veruliga á, og 30-ára gamli miðvingurin vann seg eisini frammum Cetraro og nærkaðist Mackintosh í seinastu tøkunum.
2. pláss í fjórðingsfinaluni gevur hálvfinalupláss, og harvið er Sverri Sandberg Nielsen eitt tak nærri aðru OL-finaluni á rað. Hetta er stórt - tó er Sverri helst ikki heilt nøgdir við ymiskt í dagsins róðri.
Tíðin var 6.49,69. Hetta er nakað betri enn í innleiðndi róðrinum, har Sverri ikki varð trýstur eins nógv.
"Heiðursmerkjavónin", sum danskir miðlar skýra Sverra, skal rógva hálvfinalu hósdagin 1. august. Tìðin er ikki endalig enn, men tað verður einaferð fyrrapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald