Annað

Støðan hjá Damar Hamlin er munandi batnað

24-ára gamli amerikumaðurin, ið small um í NFL-dysti týsnáttina, tykist at vera klárur í heilanum og hevur millum annað fingið skrivað Støðan er tó framvegis vandamikil.

Damar Hamlin (nr.3) í dystinum týsnáttina. Nú eru lunguni batnað, og støðan sum heild sær ljósari út, hóast hon framvegis verður lýst sum kritisk

Damar Hamlin (nr.3) í dystinum týsnáttina. Nú eru lunguni batnað, og støðan sum heild sær ljósari út, hóast hon framvegis verður lýst sum kritisk

2023-01-05 21:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað fór ein stórur skelkur gjøgnum USA og tey mongu, sum hugdu runt heimin, tá Damar Hamlin hjá Buffalo Bills small um og fekk hjartastøðg í NFL-stórdystinum í Cincinnati, Ohio týsnáttina. 

Verjuspælarin fekk eitt slag av stoyti í bringuna, reisti seg uppaftur, royndi at ganga, men small síðani um. Lívsbjargandi fyrstuhjálp varð framd á vøllinum, í sjúkrabilinum og Hamlin endaði á inntensivari deild og varð lýstur at vera í lívsvanda. Spælarar, venjarar, hjálparfólk áskoðarar, miðlar og onnur vórðu skelkaði, og dysturin varð ikki tikin uppaftur.

[object Object]
Josh Allen og restina av Buffalo Bills-spælarunum vóru á flogfari heim til Buffalo stutt eftir ógvusligu hendingina

[object Object]
Liðini í NFL hava øll skift profilmyndir sínar til "Pray for Hamlin" og eitt trý-tal - eisini er liturin á leikvallunum kring USA skiftur til teir hjá Buffalo Bills 

Tað er framvegis óvist nær - og um - hann verður tað, og tað er framvegis ikki greitt um Damar Halmin kemur seg heilt. Í gjármorgunin varð boðað frá, at neyðugt er við 50 prosent minni súrevni frá maskinum, og í dag verður boðað frá merkisverdari og stórari framgongd á universitetsjúkrahúsinum í Cincinnati.

Í fráboðan frá Buffalo Bills, ið Hamlin spælir fyri, og frá tíðindafólki á staðnum er hann neurologiskt óskalaður - heilin hevur tað lutfalsliga gott - lunguni hava tað betri, og samanlagt er tað stór framgongd hjá 24-ára gamla Damar Hamlin. Hann hevur millum annað fingið samskift við at skriva - hann spurdi læknarnar um Bills vann dystin - og Hamlin hevur eisini fingið kroyst hondina hjá avvarandi, ið vitja hann.

Alt hetta eru jalig tekin, nú NFL-heimurin og so nógv í USA hugsa um og biðja fyri spælaranum, sum var ógvuliga óheppin at fáa ein hjartasteðg undir dysti í ítróttini, sum hann hevur gjørt so nógv fyri. Ilt er at siga, hvussu leingi tað kann taka til Damar Hamlin møguliga kemur úr lívsvanda.

Meðan hann hevur ligið á inntensivari hevur grunnurin hjá Damar Hamlin, ið hevur til endamáls at savna inn pening til leikur og annað til trongd børn í økinum í Pittsburgh, har hann er vaksin upp, fingið ein vøkstur á fleiri 100 prosent. Fleiri enn fimm milliónir dollarar eru komnir inn seinastu samdøgrini.


[object Object]
Útmeldingin frá Buffalo Bills

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder