Annað

Stór badmintonlega fyri ung í Føroyum í næstu viku

Tólv grønlendarar og ellivu íslendingar leggjast afturat teimum 15 føroyingunum til leguna, sum ikki hevur verið síðani áðrenn koronutíðina.

Badmintonhøllin í Havn verður karmur um venjingarnar. Royndi danski venjarin Andreas Bjerring stendur fyri teimum, meðan venjarar úr øllum trimum londum eisini eru til staðar og hava høvi at fáa íblástur (Savnsmynd)

Badmintonhøllin í Havn verður karmur um venjingarnar. Royndi danski venjarin Andreas Bjerring stendur fyri teimum, meðan venjarar úr øllum trimum londum eisini eru til staðar og hava høvi at fáa íblástur (Savnsmynd)

2024-08-02 09:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

North Atlantic Camp er ein árlig badmintonlega. Eftir nógv ár kom steðgur í, tá koronufarsóttin og ymiskar leiðreglur løgdu meinbogar í vegin.

Tá datt legan niður fyri, men nú verður hon tikin upp aftur sum afturvendandi tiltak upp á skift í luttakandi londunum.

Hesum boðar Badmintonssamband Føroya frá.

Luttakarar eru ungir badmintonleikarar úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Í ár eru 15  ung úr Føroyum, 12 úr Grønlandi og 11 úr Íslandi, og verður legan í Føroyum.

Badmintonhøllin í Havn verður karmur um venjingarnar. Royndi danski venjarin Andreas Bjerring stendur fyri teimum, meðan venjarar úr øllum trimum londum eisini eru til staðar og hava høvi at fáa íblástur, skrivar Badmintonssamband Føroya.

Hesi eru úttikin fyri Føroyar:

U15:
Tóra Erlandsdóttir
Sarita Kvilt
Inga Gudrin Samuelsen
Tístram Hammer
Símun Sigvardsen
Mannbjørn Eysurtún Mouritsen
Hansina Eysurtún Mouritsen
Óðin Eldevig
Jónas Eyðna Festirstein

U17:
Birna Jacobsen
Elisa Christiansdóttir
Ranja Joensen
Tóki Yngvason Guttesen
Eira Ásbjørnsdóttir Petersen
Julianna í Heiðinum

Badminton Europe er sum vanligt við til at stuðla leguni.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder