Annað

Stór og spennandi uppgáva hjá Víkingi í kvøld

(Ókeypis) Champions League fótbóltur á Svangaskarði í kvøld, tá Víkingur tekur ímóti finsku meistarunum.

Andreas Lava Olsen er ikki tøkur í kvøld, tá Víkingur skal stríðast ímót HJK Helsinki í Champions League
(Mynd: Jens Kr.Vang)

Andreas Lava Olsen er ikki tøkur í kvøld, tá Víkingur skal stríðast ímót HJK Helsinki í Champions League (Mynd: Jens Kr.Vang)

2018-07-10 08:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør luttók Víkingur á fyrsta sinni í Champions League. Tá spældi føroyska meistaraliðið seg víðari úr fyrsta undanumfarinum við samanløgdum 6-2 sigri á Trepca 89 úr Kosovo. Í næsta umfari fekk Víkingur 1-1 javnleik á Hafnarfjørðinum í fyrra dystinum. Tað var 0-0 fram til tíggju minuttir vóru eftir á Tórsvølli, men so gjørdi Andreas Lava Olsen brotsspark, fekk reytt kort, og FH skoraði tvær ferðir seinastu løtuna.

Hetta hevði við sær, at Víkingur ikki megnaði at fremja søguliga bragdið at koma víðari til triðja undanumfar í Champions League. Tað hevur eisini við sær, at Andreas Lava Olsen hevur leikbann til fyrra dystin ímóti HJK Helsinki, ið verður á Svangaskarði í kvøld. Bolt.fo skrivar, at Filip Fjordjevic og Gunnar Vatnhamar eru ivasamur til dystin.

Víkingur vann FM annað árið upp í slag í fjør, og tryggjaði sær harvið rættin at spæla í Champions League aftur í ár. Lutakastið var fínt fyri Víking; ímillum nógv sterk lið kom HJK Helsinki úr pottinum. Finska stórfelagið er á pappírinum sterkari enn Víkingur, men ikki eins sterkt sum onnur møgulig mótstøðulið hjá Víkingi.

Í fjør var tað Sámal Erik Hentze, ið førdi Vìking víðari í Champions League. Undanfarnu ár var tað Sigfríður Clementsen, ið stóð við róðrið, tá Víkingur hevði viðgongd í evropeiskum fótbólti. Fyrst í 2013, og síðani tvær ferðir í 2014. Nú er “Siggi” aftur í Sarpugerði, og hesaferð er tað ikki Evropa League, men Champions League, sum tað snýr seg um.

Víkingur hevur havt eitt misjavnt kappingarár. Maurice Ross varð settur at stýra Víkinga-skútini víðari eftir “Bagga”, men bert ellivu umfør inn í kappingina, varð skotin uppsagdur. Tvífaldi føroymeistarin hevur lyft seg upp á triðja pláss, nú summarsteðgur er í Betri-deildini. Fyri framman eru minst fýra dystir í Evropa; sjálvt um Víkingur ikki kemur víðari ímóti HJK, so fær liðið í Eysturkomunnu møguleikan at royna seg í Evropa League.

Í 2013 var tað ímóti einum finskum liðið, Inter Turku, at Vìkingur vann seg víðari. Hetta var fyrstu ferð, at Vìkingur kom víðari í Evropa. Nú bíðar ein sera stór uppgáva. Høvuðstaðarfelagið hevur vunnið  finska meistaraheitið heili 28 ferðir. Í fjør vann HJK “The Double”, og í løtuni liggur liðið sjey stig á odda

Í Víkingi trúgva tey uppá tað, hóast oddsini siga, at útiliðið er greiður favorittur í dag, og at HJK er stórfavorittur at fara víðari.

Hetta er einasti evropeiski dysturin hjá føroyskum liðið í kvøld Kí skuldi spæla ímóti Zalgiris Vilnius klokkan 17.00 í Gundadali, men dysturin er útsettur eitt døgn, tí litaviska liðið framvegis ikki er komið til landið. 

Dysturin í kvøld byrjar kl.19.00. Tað er okeypis atgongd á Svangaskarði. Vit á Portalinum eru á staðnum. Vit fylgja við gongdini, leggja myndir og dystarfrásøgn út og gera samrøður aftaná dystin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder