Stóra satsið hjá Flogbóltssambandi Føroya, EM undankappingin fyri U16 gentur í Stórhøllini á Hálsi, byrjar í dag.
Frá morgunstundini verða dystir, og innleiðandi kappingin heldur fram til út á kvøldið. Fyrsti dysturin byrjaði klokkan 8.30 millum Finnland og Ísland. Føroysku genturnar skulu spæla tveir dystir í dag.
Skráin fyri í dag er hendan:
kl. 8.30 Finnland-Ísland
kl. 10.30 Danmark-Írland
kl. 13.00 Svøríki-Ísland
kl. 15.00 Føroyar-Írland
kl. 17.30 Finnland-Svøríki
kl. 19.30 Danmark-Føroyar
Allir dystirnir verða stroymdi beinleiðis her: https://www.youtube.com/channel/UCkaaCl-FzLSdOa-P8cazH-Q/live
Tað er ókeypis atgongd til allar dystirnar.
Fyrstu ferð
Hetta er yngsti árgangur, ið Flogbóltssambandið nakrantíð hevur havt við í altjóða kapping, so spenningur er um, hvussu tað fer at ganga.
Hetta er samstundis størsta einstaka kappingin, ið Flogbóltssambandið hevur fyriskipað.
Alt eftir, hvussu úrslitini hátta seg, verða fjórðings- og hálvfinalur spældar leygardagin, og dystirnir um endaligu plaseringarnar sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald