Oslo, Noreg (Portalurin): Í huganum vóru fleiri á veg til Malmö - summi hiðani, nøkur ið ætlaðu úr Føroyum til miðumfarið, og onnur sum búgva í Keypmannahavn.
Tað verður so ikki til dystir til Føroyum, at hesi fara til. Støðan var góð undan umfarinum, men so tapti Montenegro risastórt fyri Sveis, ið yvirhálaði Føroyar fyri bólkafinaluna móti Slovenia. Har vantaði ov nógv í hjá Føroyum á fleiri økjum, og teir meira royndu slovenarnir vunnu við trimum málum - og sendu Føroyar út í myrkrið.
Sí eisini:
Brendu ov illa og vóru ov ofta lumpaðir av snildu slovenunum
Bredsdorff: - Hava spælt eitt flott endaspæl - men skulu skunda okkum at gerast betri
![]()
![]()
Vónbotið lýsti av føroysku spælaraunum og áskoðarunum eftir tapið (Myndir: Sverri Egholm)
Harvið vóru føroysku spælararnir eisini sendir á eina óynskta feriu - og fleiri túsundtals føroyingar sendir heim.
Meginpartin av áskoðarunum skuldu til Føroyar kortini í dag, men nú skal eingin víðari til Malmö: Miðumfarið er ein fánaður dreymur fyri 2026.
Sambært atlantic.fo lenda tíggju beinleiðis flogfør úr Oslo í dag. Tvey eru longu lend seinnapartin, meðan tey flestu koma í kvøld. Í morgin, hósdagin 22. januar, eru eisini seks túrar úr norska høvuðsstaðnum. So summi fáa ein eyka dag her at sleikja sárini.
Norrøna loysti áðrenn midnátt í gjár, so beint yvir 1.000 føroyingar eru á veg heim sjóvegis.
Á størsta "føroyska gistingarhúsinum" í Oslo í hesum døgum, Clarion, sóust fyri løtu síðani ein rúgva av fólki við viðføri: Man skuldi skriva seg út á middegi lokala tíð.
Og Atlantic Airways, ferðaskrivstovur og onnur sum hava arbeitt við ferðum og øðrum í sambandi við Malmö síðani sunnukvøldið: Tey kunnu bara gera, sum upprunaliga ætlað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald