Annað

Stóra vónin hjá Afrika og Asia - lagnudystir í Kazan

2.umfar í bólki H er á skránni seinni í dag, og spenningurin er stórur.

Senegal spældi ein góðan dyst ímóti Póllandi. Fysiskt sterka liðið skal i dag upp ímóti Japan
(Mynd: EPA)

Senegal spældi ein góðan dyst ímóti Póllandi. Fysiskt sterka liðið skal i dag upp ímóti Japan (Mynd: EPA)

2018-06-24 13:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan HM varð bólkur H mettur at vera tann mest opni. Hetta sær eisini út til fara at gerast veruleiki. Pólland og Kolumbia vóru favorittar til at vinna fyrstu dystirnar og til at koma víðari. Men Senegal og Japan sigraðu í fyrsta umfarinum, og nú er trýst á suðuramerikanska og evropeiska liðinum.

Í HM-søguni hava suðuramerikonsku londini, Brasilia(5), Uruguay og Argentina(2 hvør) deilt 9 HM-heiti ímillum seg. Hini ellivu eiga evropeisk lond. Týskalnd og Italia hava vunnið fýra ferðir hvør, og Ongland, Frakland og Spania hava lyft HM-steypið eina ferð í part.

Higartil í HM hava serliga evropeisku liðini dominera. Russland, Frakland, Kroatia og Belgia eru longu víðari, og fleiri onnur eru á gáttini.

Suðuramerikansku londini hava ikki staðið so væl, sum væntað varð áðrenn. Brasilia hevur møtt trupulleikum, men er tó í góðari støðu undan seinasta dystinum. Peru hevur spælt væl, men 0 stig og 0 mál er úrtøkan, og harvið er Peru úti. Argentina sær út sum eitt lið í upploysn, men kann tó framvegis koma víðari við sigri á Nigeria. Uruguay er longu víðari, tó uttan at hava imponera nakran við sínum spælið. 

So er tað Kolumbia, sum skal reisa seg eftir tapið fyri Japan. Reytt kort og brotsspark ímóti í 3.minutti, ein James sum ikki fekk byrjað inn og aðrar truplar umstøður, sum teir í kolumbiansku leguni vóna ikki koma fyri í Kazan í kvøld. Har hittir Kolumbia Pólland, ið ikki hevði nakran góðan dyst ímóti Sengal. Póllendingarnir sóu tungir út, spældu uttan hugskot, og har kom lítið og einki frá stjørnuni og liðformanninum Robert Lewandowski.

Kolumbia og Pólland skulu rysta síni 2-1 tap av sær. Taparin av hesum dystinum kann allarhelst byrja at pakka sítt viðføri, meðan vinnarin livir væl og virðiligt í kappingini. Við javnleiki hava bæði liðini sín møguleika enn.

Við 2-0 sigrinum hjá Nigeria á Íslandi, so hevur stóra vesturafrikanka landið framvegis sína egnu lagnu á hondum, undan seinasta dystinum ímóti Argentina. Annars eru norðurafrikansku londini Egyptaland, Marokko og Tunesia úti. Tað er tískil upp til til londini longur til vestan, og har sær tað sum sagt fínt út hjá Nigeria, men uppaftur betri hjá Senegal. Liðið hjá Aliou Cisse sær sterkt út, og kann við favorittsigri á Japan í dag so gott sum spæla seg víðari.

Japan fekk trý sera kærkomin stig, og nú bíðar enn ein spenanndi avbjóðing fyri japanarar. Saudi Arabia er úti, Suður Korea hevur so at siga útspælt sín leiklut, og tað veðrur ógvuliga trupult hjá Avstralia, ið er partur av asiatisku undankappingini. Iran kann avgera sína lagnu, men tað krevst ein sigur á Portugal í seinasta dystinum. Tískil liggur besti asiatiski møguleikin hjá Japan. 

16.00: Japan - Senegal (DR 1 - heimasíðuni hjá KVF)

19.00: Pólland - Kolumbia (TV2 og KVF)  

   




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder