Fótbóltur

Stórar broytingar í HB: Spildurnýggj nevnd tekur við mitt í juli

Øll starvsnevndin fer frá á eykaaðalfundi, váttar Ransin Djurhuus fyri bolt.fo. - Tað eru fólk í HB, sum ynskja eina nýggja kós, og núverandi starvsnevnd heldur, at hetta er rætta løtan at loyva nýggjum kreftum framat, sigur verandi formaður.

Eftir nakað av óslættum sjógvum seinastu tíðina, hevur starvsnevndin í HB valt at lata fakkilin víðari. Hvørji skulu manna nýggju nevndina verður endaliga greitt 14. juli

Eftir nakað av óslættum sjógvum seinastu tíðina, hevur starvsnevndin í HB valt at lata fakkilin víðari. Hvørji skulu manna nýggju nevndina verður endaliga greitt 14. juli

2026-06-26 20:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Har eru ávísir trupulleikar í HB.

Hetta hevur verið týðiligt í ár við ringu gongdini hjá besta mansliðnum, sum er á 5. plássi eftir 14. umfar, úti av steypakappingini eftir eyðmýking og aftur hevur skift venjara. Nógv avrik hava verið ov vánalig, og hópurin sær eisini heldur ivasamt samansettur út.

Sí eisini: Víkingur vant burturúr HB og vann seg aftur í steypafinaluna

Tað hevur gingist væl hjá besta kvinnuliðnum, sum er oddalið í Meistaradeildini, men eisini har er høvuðsvenjarin farin eftir ósemju við leiðslu.

Fyrr í ár fóru tveir av teimum tá seks starvsnevndarlimunum frá, og 14. juli fara teir seinastu fýra frá.

Tað váttar Ransin Napoleon Djurhuus fyri bolt.fo í kvøld. Sitandi formaðurin sigur, at hann og hini halda, at hetta er rætta løtan.

- Tað eru fólk í HB, sum ynskja eina nýggja kós í HB og núverandi starvsnevnd heldur, at hetta er rætta løtan at loyva nýggjum kreftum framat, áðrenn sáttmálar við høvuðsvenjara og leikarar til komandi ár verða gjørdir, sigur Ransin Djurhuus við Jákup Ósa og bolt.fo.

Harvið fer stór broyting fram í Havnar Bóltfelag um tvær og eina hálva viku, tá eingin í verandi starvsnevnd stillar upp.

Umframt formannin eru formaður, Lars Muller, næstformaður, Finn Jensen, kassameistari, og Anna Falkenberg, skrivari, í verandi nevnd.

[object Object]
Ransin Djurhuus hevur verið HB-formaður síðani februar 2023 (Mynd: Sverri Egholm)

Sum skilst eru aðrar kreftir, við nógvum kunnleika til HB, áhugaði í at taka við, og nú fær heldur óruddiliga gongdin í sambandi við serliga besta mansliðið onkrar avleiðingar.

Tíðindini koma eitt lítið samdøgur eftir 4-0 tapið í Sarpugerði, har HB varð varpað úr steypakappingini og harvið misti ein eyka møguleika at vinna sær evropeiskt pláss.

Ransin Napoleon Djurhuus segði við FM1 fyri viku síðani, at " nógv góð ting eru í felagnum - millum annað í ungdómsdeildini - men at tað eisini má hyggjast inneftir í HB".

Hetta var dagin eftir, at HB og André Olsen vóru farin hvør til sítt, og Lukasz Cieslewiz fyribils hevði tikið við.

Hoyr eisini: HB-formaðurin: Ósemja við venjaran um hjálp uttanífra


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder