Í Gibraltar hava tey nú fingið eina stóra logistiska avbjóðing.
Leygardagin verða Oyggjaleikirnir settir í lítla bretska hjálandinum sunnast á Iberisku hálvoynni, og leikirnir halda fram til fríggjadagin 13. juli.
Men í dag verður nokk meira tosað um fótbólt, hóast fótbóltur ikki er við á oyggjaleikunum hesaferð.
Lokala liðið, St. Joseph’s FC, sum endaði á triðja plássi í landskappingini, megnaði í gjárkvøldið at spæla seg víðari í Europa League kappingini á fyrsta sinni.
Hetta hendi, tá liðið vann 2-0 á FC Pristina úr Kosovo, og harvið kom víðari við 3-1 samanlagt. St. Joseph’s var fyrsta liðið, sum spældi seg víðari, tí hinirdystirnir í undan-undanumfarinum í Europa League ikki verða spældir fyrr enn hóskvøldið, m.a. dysturin hjá NSÍ á Svangaskarði móti Ballymena United úr Norðurírlandi og dysturin hjá KÍ í San Marino móti Tre Fiori.
Við at spæla seg víðari í komandi umfar, sum verður kallað fyrsta undanumfar, er longu nú greitt, at gibraltiska liðið skal møta skotska stórfelagnum Rangers FC, ið hevur Liverpool-legenduna Steven Gerrard á venjarabeinkinum. Og St. Joseph’s hevur heimadyst fyrst, og skal sostatt spæla dyst mitt undir oyggjaleikunum.
Gibraltar hevur tvey lið við í Europa League. Hitt liðið, sum eitur Europa, og er við sum steypavinnari, hevur eisini møguleika at spæla seg víðari. Teir skulu í annaðkvøld spæla heima móti Sant Julià úr Andorra. Liðið úr Andorra vann fyrra dystin 3-2.
Kemur Europa víðari hava teir eisini heimadyst í næsta umfari. Mótstøðuliðið er Legia Warshawa úr Polandi. Ein avbjóðing er tó, at øll fótbóltsliðini í Gibraltar spæla á sama vølli, Victoria Stadium, beint við flogvøllin.
Victoria Stadium verður ikki brúkt í sambandi við oyggjaleikirnar, men neyvan er nakar ivi um, at tað fer at skapa logistiskar avbjóðingar við ferðslu og gisting við tað, at bæði Rangers og Legia koma á vitjan samsdundis sum oyggjaleikir eru.
Rangers hevur nógvar fjepparar, sum kunnu hugsast at vilja síggja dystin, og Gibraltar Cronicle skrivar, at eisini á Costa del Sol, ikki so langt frá Gibraltar, búgva heilt nógv fólk, sum stuðla Rangers.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald