Tá Føroyar vunnu á Danmark í EM-endaspælinum í fjør var skjótt og effektivt álopsspæl ein stórur lykil. Í dag hevur tað fyri mesta verið uttan rútmu og endaliga góðsku. Danska verjan hevur staðið væl saman við málverjanum og gjørt føroysku fyritreytirnar truplar. Roynt hevur verið við 7 móti 6 og ymiskum blandingum.
Føroyar eru ikki slopnir út á vengurnar, skora ikki av høgra bakki, og Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur til tíðir verið heilt pakkaður inn. Strikuspælið hevur tó eydnast væl. Blaðungi Ísak Vedelsbøl hevur víst styrki og hegni. Hann er føroyskur toppskjútti við fýra málum. Annars hevur føroyska liðið samanlagt bert skorað uppá 45 prosent av skotunum: Óneyvt og alt ov lítið.
Í Porto í fjør var Pauli Jacobsen dagsins maður. Hann hevur staðið heilt væl higartil í dag. Yvir 40 prosent (skot/bjargingar) sigur sína søgu, og til tíðir hevur føroyska verjan veruliga víst styrki.
Dysturin um at spæla um 5. plássið í U21 HM-endaspælinum er framvegis opin, men Danmark hevur havt yvirvág so at siga allan vegin higartil. Tøl niðanfyri.
Mynd: Sverri Egholm
HM-endaspæl fyri U21 menn 2023 - um 5.-8. pláss
Max Schmeling Halle, leygardagin 01.07
Føroyar - Danmark (10-13)
Dystargongdin:
5 min: 0-2
10 min: 4-5
15 min: 7-7
20 min: 8-10
25 min: 9-12
Føroyskir málskjúttar:
Ísak Vedelsbøl 4
Elias Ellefsen á Skipagøtu 2 (1)
Janus Dam Djurhuus 1
Óli Mittún 1
Hákun West av Teigum 1
Bjarni í Selvindi 1
Skoteffektivitetir: Mál/skot: 10/22 = 45 prosent
Upplegg:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 4
Óli Mittún 3
Pauli Mittún 1
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 9/21 = 43 prosent
Aleksandar Sasha Lacok 0/1
Tekniskar villur:
Føroyar: 2
Danmark: 3
Útvísingar:
Føroyar:
Danmark: 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald