NSÍ legði seg, við sigri á Svangaskarði leygardagin, á odda í Meistaradeildini hjá monnum. Hetta var í fyrsta dystinum í 4. umfari, og harvið legði NSÍ nakað av trýsti á hini liðini, sum helst skulu kappast í oddinum.
![]()
Støðan í deildini undan dagsins dystum
Hini fýra liðini, sum vanliga verða roknað í "topp-fimm" hittast í dag. Víkingur vitjar í Klaksvík klokkan 15, har kanska serliga greipuvinnararnir munnu kenna seg kroystar.
Klokkan 18 er grannauppgerð í Gundadali, har HB skal reisa seg eftir tapið í Sarpugerði mikukvøldið, og har fyribils tættasti avbjóðarin hjá NSÍ kann verða funnin.
![]()
HB og B36 bresta saman til eina týðandi, og mest sannlíkt spennandi, grannauppgerð í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
FM1 sigur sjálvandi frá hesum báðum dystunum, og eisini frá dystinum á Argjum har AB kann byggja á góðu byrjanina: Uppflytararnir kunnu vinna seg á eitt 2. pláss, um alt eydnast væl hjá argjamonnum, sum taka ímóti 07 Vestur.
Vit fylgja eisini gongdini í dystinum á Skála, har EB/Streymur vitjar, og bæði liðini av álvara hava tørv á trimum stigum.
Til ber at fylgja gongdini í dystinum ovast á Portalinum
Skráin fyri dystirnar í 4. umfari í dag:
Mánadagin 6. apríl (2. Páskadag)
15.00:
KÍ - Víkingur (FM1)
AB - 07 Vestur (FM1)
17.15: Skála - EB/Streymur
18.00: HB - B36 (FM1)
Leygardagin 4. apríl
B68 - NSÍ 1-2 (0-1)
Sí eisini: NSÍ er nú oddalíð í Meistaradeildini
Frá nakað eftir klokkan 19.30 - eftir seinasta bríksl í Gundadali - verður tikið samanum á FM1 við sendingini "3. hálvleikur"
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald