Fótbóltur

Stórdystirnir eru norðanfyri

Oddaliðið er á vitjan í Sarpugerði, og KÍ og NSÍ bresta saman í Klaksvík. 5.umfar í Betrideildini er á skránni í dag.

Víkingur og B36 dystast um stigini í Sarpugerði í dag, og nógv er uppá spæl hjá serliga heimaliðnum
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Víkingur og B36 dystast um stigini í Sarpugerði í dag, og nógv er uppá spæl hjá serliga heimaliðnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-04-14 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at steypafótbóltur hevur fylt dagsskránna seinastu vikuna, verður fokus nú aftur rættað á landskappingina, ið hevur eina sera spennandi skrá í dag: 

5 14.04.19 15:00 TB HB -
5 14.04.19 15:00 Víkingur B36 -
5 14.04.19 15:00 NSÍ -
5 14.04.19 15:00 ÍF SKÁLA -
5 14.04.19 16:00 EB/Streymur AB -

5. umfar kann peika á, hvussu oddastríðið og botnstríðið fer at mynda seg: B36 kann halda fram at trekkja frá, og Skála kann fylgja við. Um ein vinnari verður funnin í Klaksvík, kann tað liðið eisini fylgja við ella veruliga blanda seg. HB hevur tørv á trimum stigum, og um Víkingur skal gera sær vónir um veruliga at gera seg galdandi, so skal allarhelst ein sigur til. 

Í botnstríðnum er ógvuliga týðandi dystur í Hólmanum, har EB/Streymur roynir at koma á talvuna móti AB, ið megnaði at yvirliva við sigri har á seinasta degi í fjør. Argjamenn hava fingið stig í einum av dystunum í ár, og hava verið sera nær við á heimavølli móti ovastu liðunum: B36 og Skála. EB/Streymur hevur tapt tepurt í fyrstu fýra umførunum. Nógv er uppá spæl hjá báðum liðum; serliga heimaliðnum í dag.

Støðan í Betrideildini undan 5. umfar: 
1. B36 (12 stig)
2. Skála (9 stig)
3. KÍ (8 stig)
4. NSÍ (7 stig) 
5. TB (7 stig)
6. HB (5 stig) 
7. Víkingur (4 stig) 
8. AB (3 stig) 
9. ÍF (1 stig) 
10. EB/Streymur (0 stig)

Víkingur er á einum vegamóti. Eftir tveir ósigrar í torførum útidystum er nú oddaliðið á skránni á heimavølli, og liðið hjá Sámal Erik Hentze skal royna at vinna inn á ártalsfelagið, ið finnur mátar at fáa sigrarnar heim, hóast liðið hjá Jákup á Borg hevur skaðatrupulleikar. Lagt er upp til sera spenanndi dyst. 

KÍ og NSÍ vóna at nærkast B36 ella í minsta lagi fylgja við. Liðini spæla ofta tættar og áhugaverdar dystir, og tað verður helst ikki ørvísi hesaferð. Skála fer til Fulgafjarðar sum favorittur við fýra sigrum á rað (íroknað steypakappingina). Einki mál er farið inn hesar dystirnar, og Skála roynir at fylgja við í toppinum.

TB hevur fleiri stig enn føroyameistarin, ið vitjar í Trongisvági. Hetta verður ikki nøkur løtt uppgáva hjá HB, ið roynir at finna formin. 

Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara, har vit uppdatera so skjótt, sum mál kemur. Efir dystirnar taka vit samanum.

Dysturin á Eiði kann síggjast á Rás 1. Allir hinir, uttan tann í Klaksvík, kann keypast á heimasíðuni hjá Televarpinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder