Fótbóltur

Stórdystur í London í kvøld

Arseanal og Chelsea skulu stríðast um 4. plássið, United skal royna at halda fram við góðu gongdini, og Liverpool kann aftur økja í oddinum.

Arsenal er seks stig aftanfyri Chelsea, ið kann økja um frástøðuna, tá liðini hittast í kvøld
(Mynd: EPA)

Arsenal er seks stig aftanfyri Chelsea, ið kann økja um frástøðuna, tá liðini hittast í kvøld (Mynd: EPA)

2019-01-19 11:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta dystir í 23. umfari í Premier League eru á skránni seinnapartin og út á kvøldið: 

12.30: 
Wolves - Leicester

15.00: Bournemouth - West Ham
           Liverpool - Crystal Palace
           Manchester United - Brighton
           Newcastle - Cardiff
           Southampton - Everton 
           Watford - Burnley

17.30: Arsenal - Chelsea

Tað er nógv uppá spæl, tá Arsenal tekur ímóti nábúgvunum Chelsea. Liðið hjá Unai Emery er kroyst at vinna dystin, tí seks stig eru upp til liðið hjá Sarri, ið ikki skal sleppa at renna undan í stríðnum um 4. plássið. Í 2. umfari vann Chelsea 3-2 í undirhaldandi dysti, tá liðini hittust á Stamford Bridge. Solskjær og United jagstra eisini 4. plássið og sín sætta sigur á rað í Premuer League, tá Brighton er á vitjan. Í august tapti United 3-2 í Suðuronglandi eftir eitt vánaligt avrik. 

Liverpool vann tepran sigur seinasta vikuskifti, og City svaraði aftur mánakvøldið. Í dag kann Liverpool gera munin til sjey stig aftur, og liðið hjá Klopp er stórfavorittur ímóti Palace. 

Í Newcastle er satt botnbrak, og dagurin byrjar við áhugaverdum dysti á Molineux leikvøllinum


Støðan undan 23. umfari: 
1
. Liverpool 57
2. Manchester City 53
3. Tottenham 48 
4. Chelsea 47
5. Arsenal 41
6. Manchester United 41 
7. Watford 32
8. Leicester 31
9. West Ham 31
10. Everton 30 
11. Wolves 29 *
12. Bournemouth 27 
13. Brighton 26
14. Crystal Palace 22
15: Burnley 21
16. Southampton 19
17. Cardiff 19
18. Newcastle 18
19. Fulham 14
20. Huddersfield 10

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder