Fótbóltur

Stórdystur í Manchester

Tottenham vitjar meistararnar - Liverpool spælir í Southampton.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-08-17 12:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag eru sjey dystir á skránni í Premier League. Tann fyrsti fer í gongd nú, har Arsenal skal royna at tvífalda stigatalið ímóti Burnley, ið eisini kom í gongd við sigri.

Liverpool spælir minni enn trý samdøgur eftir Super Cup-sigurin í Istanbul. Talan er um eina lumpisliga uppgávu í Suðuronglandi.

Brak er í Manchester, har Tottenham vitjar. Spurs slóg City út í Champions League í vár, men annars hevur liðið hjá Guardiola gott tak monnum hjá Pochettino. Báði liðini vunnu í London í 1.umfarinum.

Premier League, 2. umfar

Leygardagin, 17. august

12.30
Arsenal - Burnley (TV3MAX/Viaplay)

15.00
Aston Villa - Bournemouth
Brighton - West Ham
Everton - Watford
Norwich - Newcastle
Southampton - Liverpool (TV3MAX/Viaplay)

17.30
Manchester City - Tottenham (TV3+/Viaplay)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder