Fótbóltur

Stórdysturin sunnudagin byrjar klokkan 14

B36 tekur móti KÍ, tá fult umfar er 30. apríl. Tríggir dystir verða bríkslaðir í gongd klokkan 15, og ÍF-B68 byrjar klokkan 17.

KÍ og B36 bresta saman aftur um vikuskiftið. 1. plássið er uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ og B36 bresta saman aftur um vikuskiftið. 1. plássið er uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-28 21:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sannur oddadystur er í Betrideildini sunnudagin, tá fult umfar er á skránni. Talan er um 7. umfar, og í Gundadali er talan um dyst millum nummar eitt og tvey í deildini. 

KÍ hevur fult stigatal og hevur vunnið 33 av teimum seinastu 35 dystunum í Betreideildini - hinar báðar hevur liðið úr Klaksvík spælt javnt. Nú skal B36 royna at koma undir liðuna á KÍ og tað við at endurtaka úrttøkuna, tá liðið hjá Magna Hoseth vitjaði í steypakappingini fyri seks døgum síðani (2-0) B36 hevur, fyriuttan í tapinum fyri grannunum HB 3. apríl, gjørt reint borð í 2023. 

Tríggir dystir byrja klokkan 15. Víkingur og EB/Streymur liggja í løtuni beint undir 4. plássinum, og hittast tey í Sarpugerði, har Sigfríður Clementsen áður hevur staðið á odda.

07 Vestur er eisini har og tekur ímóti HB, sum á ein hátt skal byrja av nýggjum eftir venjaraskiftið í gjár. Jákup Martin Joensen er aftur í HB - hesuferð sum høvuðsvenjari og sum nummar fimm í røðini eftir Jens Berthel Askou.

Á Argjum er eitt slag av lagnudysti - serliga hjá heimaliðnum. Fýra stig eru upp til TB og niðurflytingarstrikuna. Argjamenn hava framvegis ikki vunnið sær eitt stig í ár.

Seinasti dysturin í umfarinum byrjar klokkan 17. Hann verður í Fuglafirði, har uppflytarin á 4. plássinum tekur ímóti liðnum hjá Jákupi á Borg, sum er undir niðurflytingarstrikuni.


[object Object]
Skrá: fsf.fo


Støðan í Betrideildini undan 7. umfari
1. KÍ 18 stig 
2. B36 15 stig
3. HB 14 stig 
4. ÍF 9 stig 
5. Víkingur 8 stig 
6. 07 Vestur 7 stig
7. EB/Streymur 7 stig 
8. TB 4 stig 
9. B68 3 stig   
10. AB 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder