Fótbóltur

Stórfeløg spæla fyri lívinum í Champions League

Fýra play-off dystir eru á skránni í kvøld og fýra í morgin. Greitt størsta uppgerðin er millum Manchester City og Real Madrid.

Lið sum Bayern, Juventus og PSG eru stórfavorittar í sínum uppgerðum. Real Madrdi vitjar í kvøld á Etihad, har meistararnir í fjør sendu Manchester City út (Mynd: EPA)

Lið sum Bayern, Juventus og PSG eru stórfavorittar í sínum uppgerðum. Real Madrdi vitjar í kvøld á Etihad, har meistararnir í fjør sendu Manchester City út (Mynd: EPA)

2025-02-11 15:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsta deildarspælið í Champions League kom at enda síðst í januar. Tað er heldur ivasamt, hvussu hendan nýggja skipanin hevur riggað, men nú kemur so veruligur spenningur í.

Átta lið eru beinleiðis víðari til áttandapartsfinalurnar: 

Liverpool, Barcelona, Arsenal, Inter Milan, Atletico Madrid, Bayer Leverkusen, Lille og Aston Villa

Í hesari vikuni skulu 16 onnur spæla um hini átta plássini. Fýra dystir eru á skránni í kvøld, týskvøldið 11. februar, og fýra í morgin, mikudagin, 12. februar

Týsdag 11/2:
17.45: Stade Brest 29 - PSG
20.00: Sporting CP - Borussia Dortmund
20.00: Manchester City - Real Madrid
20.00: Juventus - PSV Eindhoven

Mikudag 12/2:
17.45: Club Brügge - Atalanta
20.00: Celtic - Bayern München
20.00: Monaco - SL Benfica
20.00: Feyenoord - AC Milan

Seinnu dystirnir verða spældir í næstu viku (18. og 19. februar)

Nøkur heilt stór feløg eru millum tey, sum ikki endaðu í topp-átta.

Tvey teirra hittast: Verandi evropeisku meistarararnir úr Madrid móti ensku meistarunum úr Manchester. Pep Gurdiola og hansara lið eru í gongd við eitt vánaligt kappingarár, og tað hevði verið steinur oman á byrðu aftur at farið út móti Real Madrid.

[object Object][object Object]Í fjør vann Real Madrid á City eftir brotsparkskapping í fjórðingsfinaluni. Nógv er at hugsa um hjá Pep Guardiola og hansara liði (Myndir: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder