Hondbóltur

Størsta uppgávan higartil

Mótstøðuliðið er Týskland, og tað sum er uppá spæl er eitt pláss í HM-endaspælinum í januar 2023. Fyrri dysturin verður í Kiel í morgin.

Helgi Hildarson Hoydal var liðskipari í 2017, tá Føroyar og Týskland hittust á U21-støði. Strikuleikarin og hinir fyririeka seg nú til slagið í Kiel (Mynd: Sverri Egholm)

Helgi Hildarson Hoydal var liðskipari í 2017, tá Føroyar og Týskland hittust á U21-støði. Strikuleikarin og hinir fyririeka seg nú til slagið í Kiel (Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-12 17:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyskur manshondbóltur hevur seinastu árini verið í rúkandi menning, um hugt verður eftir einstøkum leikarum og eftir landsliðum. Nú bíðar higartil størsta avbjóðingin, síðani landsliðsvirksemi veruliga varð tikið uppaftur fyri nøkrum árum síðani.

Mótstøðuliðið er Týskland, og tað sum er uppá spæl er eitt pláss í HM-endaspælinum, sum verður í januar. 

Í 2017 megnaði U21-landsliðið sum tað tá fyrsta føroyska ítróttarliðið at spæla seg til eitt endaspæl. Í HM í Algeria komu Føroyar víðari til áttandapartsfinaluna, og á vegnum góvu teir týskarum ein hvøkk við at vera á odda so at siga allan fyrra hálvleik. Í seinna hálvleiki vóru týsku stórfavorittarnir omaná, men føroyska avrikið var samanlagt frálíkt.

Nú eitur uppgávan aftur Týskland hjá Róa Berg Hansen, Jónasi Gunnarssyni Djurhuus, Kjartani Johansen, Teis Horn Rasmussen, Helga Hildarssyni Hoydal og Vilhelm Poulsen. Teir seks vóru við tá, og eru millu mteir 16, sum í gjár komu til Kiel, har slagið skal standa í annaðkvøld. Aðrir - bæði heilt spennnadi yngri leikarar og støðufastir eldir leikarar - eru eisini í hópinum.

Les eisini: Atgongumerkjasølan til Føroyar - Týskland gongur væl

Fyrsta bríksl í Sparkassen Arena verður klokkan 17.15. Tað er eingin ivi um, at Týskland á pappírinum er risafavorittur - hjá til dømis Bet365 ber als ikki til at seta pening á Týskland - men hóast talan er um stórveldi í hondbólti, so er hetta ikki ein heilt keðilig tíð at møta Týsklandi, ið er í gongd við at byggja eitt sindur upp av nýggjum. 

Spurningurin er so, um føroyska liðið megnar at bjóða av í morgin og yvir tveir dystir. Tað er helst heldur tíðiliga í tilgongdini, men talan er ikki um leikarar, ið er bangnir fyri avbjóðingum.

Portalurin er við á ferðini og hevur í morgin fyrrapartin samrøður við umboð úr føroysku leguni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder