Hondbóltur

Stórsteypadystir seinnapartin

Fremstu liðini í hondbólti farna kappingarár bresta saman í Høllini á Hálsi í dag.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-09-05 13:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag verður skjøtil settur á enn ein hondbóltsvetur, og sum siður hevur verið seinnu árini, hendir hetta við stórsteypadystunum um Lionsbikørini.

Dystirnir hjá kvinnum og monnum verða ávikavist klokkan 16 og klokkan 18 í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Korona órógvaði endan á farna kappingarár, sum endaði uttan FM-finalur, so tí hava Hondbóltssamband Føroya og Lions Club í Føroyum gjørt av, at í ár dystast steypavinnararnir og tey liðini, ið lógu fremst í bestu deildunum, tá ið stígur kom í landskappingina, so hon ongantíð varð fullførd.

Hesaferð stuðla stórsteypadystirnir átakið “Øll hava rætt til góð barnaár” hjá Bláa Krossi, sum er eitt tilboð til børn, ung og familjur, har rúsdrekka ella rúsevni fylla nógv, og fevnir átakið millum annað um  einstaklingasamrøður, bólkasamrøður og familjuviðgerð.

Kvinnur
16:00 H71-Kyndil

Menn
18:00 H71-VÍF

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder