Fótbóltur

Stórsteypadystirnir eru á skránni um vikuskiftið

Leygardagin klokkan 16:30 spæla menninir hjá Víkingi og HB, og sunnudagin klokkan 15:00 spæla kvinnurnar hjá NSÍ og KÍ..

Adolfo Sormani og kropsligi venjarin hjá HB, Gilberto Voltolina, stórfegnast eftir sigurin á KÍ í stórsteypadystinum Í fjør. Tá vann HB heilt óvæntað á KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Adolfo Sormani og kropsligi venjarin hjá HB, Gilberto Voltolina, stórfegnast eftir sigurin á KÍ í stórsteypadystinum Í fjør. Tá vann HB heilt óvæntað á KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-02-28 15:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir ein langan uppstart verður aðalroyndin hjá nøkrum liðum áðrenn kappingarbyrjan nú um vikuskiftið.

Stórsteypadystir eru á skránni á Tórsvølli. Í morgin, leygardagin klokkan 16:30 spæla menninir hjá Víkingi og HB, og sunnudagin klokkan 15 spæla kvinnurnar hjá NSÍ og KÍ. Har er NSÍ greipuvinnari, meðan KÍ kemur við sum silvurvinnari í landskappingini.

[object Object]

Talan er um eina spennandi sjónarroynd, nú tað er eitt sindur meira enn ein venjingardystur. Hjá monnum er bert ein vika til kappingarbyrjan - steypavinnarin HB spælir allarfyrsta dystin í Betrideildini móti B68 fríggjakvøldið 7. mars. Tveir dagar seinni spælir føroyameistarin Víkingur við Stóra móti TB.

Hjá kvinnum byrjar Betrideildin 19. mars.

Fótbóltssamband Føroya skrivar, at í hesum sambandi verður eisini skipað fyri lutakasti til fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið, sum er steypakappingin hjá monnum, og til fyrsta umfar í steypakappingini hjá kvinnum.

- Bæði lutakastini verða send beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum. Aftaná dystin leygardagin millum Víking og HB verður lutakastið hjá monnum, og aftaná dystin sunnudagin millum NSÍ og KÍ, verður lutakastið hjá kvinnum.

Televarpið vísir dystirnar. Til ber at fylgja við beinleiðis ovast á forsíðuni hjá Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder