2020-02-04 20:56
            
        
        
                
                        
Í 2019 vórðu kvinnurnar og menninir hjá KÍ føroyameistarar og kvinnurnar og menninir hjá HB steypavinnarar. Hetta merkir, at hesi feløgini skulu spæla ímóti hvørjum øðrum í stórsteypadystunum, ið Lions Club og FSF skipa fyri.
 
 Dystirnir verða leiktir á Tórsvølli leygardagin 29. februar. Hetta er almenna startskotið til kappingarárið í føroyskum fótbólti. 
 
 Stórsteypadysturin hjá kvinnum byrjar klokkan 16.00. Fyrsta bríksl í mansdystinum verður 19.00. 
 
 Sum altíð ferð ágóðin frá dystinum ígjøgnum Lions Club til eitt vælgerandi endamál.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald