Fótbóltur

Stórsteypadystur á skránni seinnapartin

Styrkisroynd hjá føroyameistarunum úr Klaksvík og steypavinnarunum úr Eysturkommunu á Tórsvølli klokkan 15 - landskappingin byrjar næsta vikuskifti.

Víkingur vann, tá liðini hittust til steypafinalu í oktober. Spurningurin er nú, um Geza David Turi og liðfelagirnir kunnu bjóða Árna Frederiksberg og hinum meira av í FM-stríðnum í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur vann, tá liðini hittust til steypafinalu í oktober. Spurningurin er nú, um Geza David Turi og liðfelagirnir kunnu bjóða Árna Frederiksberg og hinum meira av í FM-stríðnum í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-26 12:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Almenna byrjanin til kappingarárið 2023 hjá monnum er í dag. KÍ og Víkingur bresta saman á Tórsvølli, eina viku áðrenn fyrsta dystin hjá liðunum í Betrideildini. Áhugavert verður at síggja hvussu liðini, ið endaðu nummar eitt og tvey í landskappingini og spældu steypafinalu í fjør, liggja til hvørt annað í løtuni.

KÍ hevur millum annað nýggjan høvuðsvenjara. Magne Hoseth hevur avloyst Mikkjal Thomassen, og á vøllinum er eingin Jóannes Bjartalíð, ið eisini er farin til Frederikstad. Luc Kassi, við nógvum royndum úr fremstu røð í júst Noregi, er eitt slag av avloysara á miðvøllinum.

Í málinum verður norski Markus Petterson ella Rói Mørk Hentze - Mathias Rosenørn er farin til íslendskan fótbólt. Norski miðverjin Vegard Forren, við nógvum royndum heimlandinum, nøkrum úr Onglandi og á landsliðnum verður møguliga eisini at síggja. Tað var KÍ, ið vann stórsteypið í fjør.

[object Object]
Magne Hoseth saman við einum av nýggju spælarunum, ið eru komnir í vetur, Róa Mørk Hentze (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)

Hjá Víkingi er helst stóri spurningurin, hvussu samansetingin á miðvøllinum verður, eftir at Noah Mneney er farin til norskan fótbólt. Orkuríki fuglfirðingurin hevur spælt fast saman við Geza David Turi í eina tíð í 1. deild og nú í yvir tvey ár á besta liðnum.

Ari Olsen er til reiðar frá byrjan hetta kappingarárið og skal avloysa Bárð Jógvansson Hansen á høgra bakki - maðurin við mongu uppleggunum í fjør er fyribils steðgaður at spæla fótbólt á hægsta stigi. Poul Kallsberg kann fáa sín fyrsta almenna dyst fyri Víking síðani skiftið frá uppflytaranum Skála.

Tað kunnu verða nógv áhugaverd ting at síggja á Tórsvølli í dag, har fyrsta bríksl verður klokkan 15. Televarpið vísir dystin, FM1 hevur beinleiðis frásøgn, og Portalurin er á staðnum við myndafrásøgn, samrøðum og øðrum.

Hesaferð verður tað áhugafelagið, Hoyr, ið fær ágóðan frá stórsteypadystunum. Felagið hevur 30 ár á baki og arbeiðir í sínari breiðastu merking fyri hoyrnina og at betra dagligu umstøður teirra, ið hava niðursetta hoyrn. Hoyr fær allar áskoðarainntøkurnar frá stórsteypadystinum, og til ber eisini at stuðla felagnum.

Stórsteypadystur menn
Tórsvøllur, leygardagin 26.02 klokkan 15
KÍ - Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder