
Størsti dysturin í søguni hjá Víkingi Reykjavík og sambært íslendskum miðlum eisini størsti einstaki dysturin hjá einum íslendskum felagi.
Tað er eitt stórt kvøld fyri Víking, og tað kann gerast eitt søguligt kvøld fyri felagið og íslendskan fótbólt. Eftir 2-1 sigurin í fyrra dystinum móti Panathinaikos er greitt, at ein javnleikur í kvøld er nóg mikið hjá Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum
Sí eisini: Víkingur fekk flott úrslit í Finnlandi
Júst Gunnar Vatnhamar er, sambært fotbolti.net, einasti spælarin í Víkinga-hópinum, sum er ivasamur til dystin. 29-ára gamli leirvíkingurin hevur verið darvaður av skaða í vetur. Landsliðsspælarin er fastur í verjuni hjá Víkingi Reykjavík men sat á bonkinum allar 90 minuttirnar fyri viku síðani.
Gunnar kann tó fáa ein leiklut á stóra leiklvøllinum í Athen í dag, har hann vandi við í gjár. Panathinaikos er á pappírinum favorittur. Dysturin byrjar klokkan 20 føroyska tíð og sæst á Disney+.
Myndir: Víkingur Reykjavík
Sí eisini: Gylfi Sigurðssontil Víking Reykjavík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald