Fótbóltur

Størsti føroyski sigurin í tíggju ár

6. apríl 2015 var Heidi Sevdal eisini ein av føroysku málskjúttunum í 8-0 sigri á Andorra. Sigurin á Gibraltar í gjár var tann triði á rað hjá føroysku kvinnunum og tann sjeyndi síðani 31. mai í fjør.

Tær hjá Føroyum høvdu nógv at fegnast um í gjár. Her hevur Eyðvør Klakstein, sum eisini var við móti Andorra í 2015, lagt Føroyar á odda 1-0 (Mynd: Sverri Egholm)

Tær hjá Føroyum høvdu nógv at fegnast um í gjár. Her hevur Eyðvør Klakstein, sum eisini var við móti Andorra í 2015, lagt Føroyar á odda 1-0 (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-09 11:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska kvinnulandsliðið hevur vant seg við sigurskensluna. Gibraltar fekk ikki ein bein til jørðina á Tórsvølli í gjár, og var hetta triði sigurin á rað hjá Føroyum.

Fyrsti dysturin í hesari Nations League-kappingini endaði við 3-0 tapi í Slovakia, men síðani hava Føroyar vunnið tvær ferðir á Gibraltar og einaferð á Moldova - samanlagt er málúrttøkan í hesum dystunum 8-0.

[object Object]
Ógvuliga vælspælandi liðskiparin Ásla Johanensen stóð fyri teimum báðum seinastu føroysku málunum í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Sì fleiri myndir frá stórsigrinum á Tórsvølli í gjár her

Les eisini: Føroyar vunnu púra greitt á Gibraltar

Í fjør eydnaðist eisini at vinna tvær ferðir á Andorra og einaferð á Montenegro í EM-undankappingini. Harvið høvdu Føroyar vunnið fýra av sínum seinastu fimm kappingardystum undan dystinum í gjár - nú er tað fimm av seinastu seks. Í Baltic Cup í oktober taptu Føroyar móti Lettlandi men vunnu á Litava, og harvið eru sjey sigrar komnir til høldar seinastu stóru tíggju mánaðirnar.

Lond sum Andorra og Gibraltar eru styrkismett nakað undir Føroyum, men tað snýr seg um at gera sítt og um allatíðina at flyta seg.

- Vit eru nógv betri enn Gibraltar, og tað vísa vit eisini í dag (...) vit hava ment okkum nógv, staðfesti Jensa Tórólvsdóttir í samrøðu við Portalin í gjár.

Sí eisini: Jensa: - At skora á Tórsvølli er heilt fantastiskt

Tann størsti í tíggju ár

Vit skulu aftur til 6. apríl 2015 fyri at finna ein størri føroyskan A-landsliðssigur. Fyri beint yvir tíggju árum síðani stríddust føroysku kvinnurnar fyri at koma víðari úr EM-undanumfari á Malta. Georgia vann bólkin og kom víðari til høvuðsundankappingini, men Føroyar gjørdu so sítt, hvat málúrttøku viðvíkur móti lægst styrkismetta liðnum.

Rannvá Biskopstø Andreasen gjørdi heilit fýra mál, Heidi Sevdal skoraði tvey og Fríðrún Olsen og Lív Poulsen (tá Arge) skoraðu hvør sítt mál í 8-0 sigrinum á Andorra. 

Sí dómaraseðil frá dystinum her

[object Object]
Eftir 2-0 málið í gjár. Heidi Sevdal, nummar 6, sæst millum spælararnar. Hon skoraði eisini; eins og í 8-0 sigrinum á Andorra í 2015  (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta er søguligur sigur hjá Føroyum, í mun til stødd. Heidi Sevdal og Eyðvør Klakstein spældu tann dystin á Malta og eisini í gjár móti Gibraltar. Durita Hummeland, ið spældi fullan dyst í miðverjuni í gjárkvøldið, sat á bonkinum í 8-0 dystinum í 2016.

Tøl: FaroeSoccer og FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder