Fótbóltur

Video: - At skora á Tórsvølli er heilt fantastiskt

Í upphitingini sótu skotini ikki so væl, so tað var doyligt, sigur ein fegin Jensa Tórolvsdóttir. Hon var ein av málskjúttunum í 5-0 sigrinum: - Vit eru nógv betri enn Gibraltar, og tað vísa vit.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-04-08 19:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon var eyðsýnd í vinstru síðu og við í báðum føroysku málunum fyri steðgin: Tað fyrsta var eitt "óskrásett upplegg" eftir góðan driblitúr, og 2-0 málið var eitt frálíkt skot frá henni sjálvari, eftir at Føroyar høvdu vunnið bóltin høgt.

- Í upphitingini sótu tey ikki so væl, so tað var doyligt at síggja hatta skotið farið inn, segði Jensa Kannubert Tórolvsdóttir smílandi við Portalin eftir 5-0 sigurin á Gibraltar.

[object Object]Tær hjá Gibraltar høvdu als ikki tamarhald á Jensu Tórolvsdóttir í vinstru (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Fleiri myndir frá stórsigrinum á Tórsvølli

Talan var um sætta A-landsliðmálið hjá 23-ára gamla miðvallaranum úr Víkingi. Gøtukvinnan staðfestir, at føroyska liðið vísti góða hugsavnan í dag og var væl betri enn Gibraltar.

Eisini staðfestir Jensa, at føroyska liðið er í menning, og at røtt fet eru tikin seinastu tíðina. 

Hoyr samrøðuna ovast

UEFA Nations League Deild C, bólkur 1
4. av seks umførum - týsdagin 8. apríl á Tórsvølli
Føroyar - Gibraltar 5-0 (2-0)
20' Eyðvør Klakstein (Jensa Tórolvsdóttir) 1-0
27' Jensa Tórolvsdóttir (Ásla Johannesen) 2-0
58' Heidi Sevdal 3-0
88' Ásla Johannesen 4-0
90 (+3)' Ásla Johannesen 5-0

Støðan: 
1. Slovakia 12 stig
2. Føroyar 9 stig
3. Moldova 3 stig
4. Gibraltar 0 stig

Sí eisini: Føroyar vunnu púra greitt á Gibraltar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder