2019-04-30 08:47
TB fekk veruliga oyruni í málmaskinuna hjá KÍ, tá tvøramenn vóru á vitjan hjá KÍ í sjeynda umfari í Betri deildini sunnudagin.
KÍ liggur ovast í deildini við 17 stigum eftir 7 dystum, meðan TB, sum hevði eina góða byrjan uppá kappingarárið, nú hevur tapt seinastu tveir dystirnar, og liggur á sjeynda plássi.
Tað var tó ikki nógv í bendi á at KÍ fór at vinna hendan dystin við sjey málum. Áðrenn dystin hevði KÍ í miðal skorað tvey mál pr. dyst, meðan TB bert hevði latið inn átta mál í seks dystum.
Men talan gjørdist um ein stórsigur í dysti, har KÍ millum annað skoraði trý brotsspørk.
Hetta er fyrstu ferð í 16 ár at KÍ vinnur dyst við so nógvum málum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald